Til porsjónsvirkið á Bakkafrost søkja vit eftir formanni/-kvinnu at arbeiða í skiftisvakt saman við einum øðrum formanni í framleiðsluni á Glyvrum.
Arbeiðsøki
Tað arbeiða tvær skiftisvaktir á porsjónsvirkinum. Á hvørjari vaktini eru tveir formenn í einum toymi. Hetta toymið við tveimum formonnum leiðir arbeiðið á skiftisvaktini, hevur eftirlit við arbeiðsgongdini og ger dagsroknskapin fyri framleiðsluna.
Tín vangamynd
Vit vænta, at tú hevur góðar leiðslueginleikar, viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir frá matvøruframleiðslu. Tú hevur stóran áhuga fyri matvøruframleiðslu, ert væl skipaður, tekur við ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar og dugir væl at samstarva.
Vit bjóða
Vit byggja nýtt framkomið framleiðsluvirkið á Bakka, tí vit hava sett okkum sum mál at økja framleiðsluna av lidnum vørum. Tú gerst tí partur av eini fyritøku í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og nýmenning er lykilin til at standa seg í kappingini. Talan er um eitt starv við stórum avbjóðingum, har dentur verður lagdur á framleiðslu av hágóðskuvørum, tøkni, effektivisering og trivna.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára E. Jacobsen, virkisleiðara, á tel. 23 50 11 ella á t-posti til kaja@bakkafrost.com.
Umsókn
Umsókn til starvið við viðkomandi prógvi skal sendast til hr@bakkafrost.com.
Umsóknarfreistin er 15. oktober 2014.




