Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

07Vestur-KÍ (Beinleiðis): Liðugt

Jákup Ósá

Dystur er í Sandavági í 1.deild, sum hevur stóran týdning fyri bæði toppstríðið og botnstríðið í 1.deild.

Dystur er í Sandavági í 1.deild, sum hevur stóran týdning fyri bæði toppstríðið og botnstríðið í 1.deild.

Undan dystinum liggur 07Vestur á 2.plássi og  2 stig frammanfyri FC Suðuroy. KÍ liggur næstaftast og hevur 3 stig upp til HB, sum spælir sín næst seinasta dyst í morgin. Sostatt flytir KÍ mest sannlíkt niður, um liðið tapir í dag.

Tá hálvur tími var leiktur fekk 07Vestur brotsspark, sum Gunleif Olsen skoraði uppá. Fitt av vindi er og hevur KÍ undanvind í fyrra hálvleiki.
KÍ uppstillingin er hendan: Fríði Sigurðsson – Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, John Daniel Gudjohnsson, Andrias Frederiksberg – Tórur Justesen, David Langaard, Steinbjørn Olsen – Bárður Hansen, Jóannes Bjartalíð, Jóannes Danielsen
Hálvleikur:
Beint áðrenn 07Vestur skoraði, hevði liðið eitt trýst, sum so endaði við, at 07Vestur fekk lagt seg á odda. Hetta málið sá út til at taka nakað av mótinum frá fleiri KI leikarum, siga keldur í Sandavági. Annars hava tað ikki verið nevniverdir stórir møguleikar í dystinum. 1-0 til 07Vestur í hálvleikinum. Heldur tað úrslitið sær, so flytir 07Vestur mest sannlíkt upp og KÍ niður. Í seinasta umfarinum spælir 07Vestur móti botnliðnum EB/Streymi, meðan KÍ møtir HB.
55 min.: KÍ hevur havt yvirvág í spælinum í seinna hálvleiki. Eitt álop endaði við, at Gunnar Christiansen legði innfyri úr høgru og har stóð Jóannes Danielsen, sum fluktaði bóltin í málið. 1-1 og nú er dysturin púra opin aftur. Hvørki av liðunum kann brúka ein javnleik.
75 min.: So er alt vent á høvdið. KÍ hevur lagt seg á odda 2-1 og aftur var tað Jóannes Danielsen, sum var málskjútti eftir at málverjin misti bóltin.
Liðugt:
KÍ vann 2-1 í Sandavági og tískil livir vónin hjá klaksvíkingum um at yvirliva í deildini. Vinnur HB ikki stórsigur í morgin, so verður avgerandi dystur í Klaksvík næsta leygardag millum júst KÍ og HB, har taparin flytir niður. 07Vestur spilti sær helst møguleikan at flyta upp, nú FC Suðuroy vann sín dyst og fór framum. Sigurin hjá KÍ var uppiborin, tí KÍ var betra liðið nærum allan seinna hálvleik og hevði tamarhald á støðuni fyri tað mesta, siga keldur hjá Norðlýsinum í Sandavági.
Harleyfacadeacryl