Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík byrjar móti favorittunum

Jákup Ósá

 Team Klaksvík spælir fyrsta landskappingardystin sunnudagin í Havn.

Dysturin er móti Kyndli, sum av teimum flestu verður mett at vera millum størstu FM favorittarnar í ár. Kyndil vann seinasta vikuskiftið dystin millum FM vinnaran og steypavinnaran og frammanundan vann liðið allar dystirnar á venjingarlegu í Danmark. Team Klaksvík spældi nakrar dystir í venjingarkapping í Vestmanna fyri nøkrum vikum síðani og stóð seg væl. Í hópinum eru fleiri nýggir leikarar, sum spæla sín fyrsta almenna dyst fyri Team Klaksvík hesaferð. Hjá Team Klaksvík eru allir mans tøkir. 


Dysturin í Høllini á Hálsi byrjar kl. 16.00.