Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag er Mikkjalsmessa

Danial Viðoy

Summarið er av og í dag byrjar heystið av álvara. Mikkjalsmessa er messan, sum boðar frá at heystið er í hondum. – Tó eru longu væl av fjøllum gingin, og væl av seyði er flettur.

Summarið er av og í dag byrjar heystið av álvara. Mikkjalsmessa er messan, sum boðar frá at heystið er í hondum. – Tó eru longu væl av fjøllum gingin, og væl av seyði er flettur.

Mikkjalsmessudagur verður hildin høvuðseinglinum Mikael til heiðurs. Ein av teimum mishalgidøgum, sum nógv hevur verið hildið um í Føroyum, serstakliga av tí, at hann hevur verið so nær knýttur at seyðahaldi.

Marius Johannesen skrivar soleiðis um Mikkjalsmessuna í bókini ’Føroysk barnaspøl’:

Mikkjalsmessudagur: Hann er 29. septembur, og hann er ikki øðrvísini enn aðrir dagar uttan í tí, at tá vórðu veðrarnir tiknir. Teir vórðu tiknir uttanrætta, og tá ið vit smádreingirnir vóru komnir til tólv ára aldurin, sluppu vit við eftir veðrunum, men sjálvt um tað ikki var, so var annað at gleða seg til. Tí hvat var betri at fáa enn eini væl vaksin veðrahorn?

Traditiónin var nevniliga tann, at menn royndu at fáa veðrirnar í bjørgunum av vegnum áðrenn skurðfjøllini vórðu gingin. So skjótt farið var um Mikkjalsmessu, vóru menn klárir at fara í bjørgini.

Soleiðis er tað fyri so vítt enn, men tað hendir seg meira enn so, at veðrirnir verða tiknir áðrenn Mikkjalsmessuna. – Í dag, hava vit hoyrt, eru menn á Viðareiði í Nakkinum, sum er norðantil á Viðoynni, eftir veðrum og á fjalli inni í Vík, sum eisini er á Viðoynni.

Ná men tað er eingin ivi um, at nú og í einar góðar tvær vikur fram verður rokan á fjalli og í mongum flettingarkjallara. – Tað er eitt sindur óheppið at heystfrítíðin hjá skúlabørnunum ikki byrjar fyrr enn um tvær vikur, tá ið tað allarmesta er av. Heystferian skuldi byrjað á Mikkjalsmessu og verið eini tíggju dagar fram.

Heystið er byrjað og góðan skurð!