Lesari sendi okkum hesa viðmerking og myndir viðvíkjandi óruddi og líkasælu í miðbýnum. …. Hví skal ein elkaðal liggja og sløðast fram við Ósáarmunnanum og í støðum niðri í ánni? Hví ikki grava hann niður – ella taka hann burtur aftur.
Lesari sendi okkum hesa viðmerking og myndir viðvíkjandi óruddi og líkasælu í miðbýnum.
…. Hví skal ein elkaðal liggja og sløðast fram við Ósáarmunnanum og í støðum niðri í ánni? Hví ikki grava hann niður – ella taka hann burtur aftur.
Tað sær rættiliga ynkeligt út, at hugnaligu lyktirnar í miðbýnum standa og halla sær ymsar vegir, og so ljótt tað er kring læknamiðstøðina við grasi og hømiliðum millum flisar og fram við veggjum.
….Hví skal tað so síggja soleiðis út á gongubreytini millum asfalt og kantin við rundkoyringina í miðbýnum.
…..hugnaliga gøtan undir neystinum og fram við tí lítla sandinum við Biskupstøðneystið (hvar takið spakuliga sjúnkar) ikki so hugnalig sum ætlað. Har rennur vatn undan bakkanum og út á gøtuna, ið ger hana sera hála í frosti, og fjøran og vegurin eru ofta avtakin við pizzabakkum, plastikkposum oø. óruddi. Og so er tað hasi lítið tespiligu kloakkrørini, sum við hvørt liggja undir sjógv, men oftast standa tey og peiggja út í luftina. Hetta kundi verið verið betur frágingið? Her hava turistarnir gingið og spáka í alt summar fyri at stytta sær leiðina, eins og býarbúgvarnir gera.
Tað ger onki, um Norðlýsið vísir á hetta, tí tað eru ólíkindi. Og nú skrivað verður um at bøta um ferðslutrygdina við teigum, so kundi eisini verið trivið í táttin við parkeringsviurskiftum. Tað líkist ongum t.d., at breiði vegurin undir Fossum bara skal hava so at siga eina miðbreyt, tí fólk ikki halda tað vera neyðugt at taka sær av egnum akførum. Og tak Garðavegin. Har ber ofta bara til at koyra á ovaru síðu. Útsýnið er sera vánaligt, so er trygdin alt annað enn í hásæti……




