Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan broytir nú tríggjar av mest halgu kristnu døgunum

John William Joensen

Sum skilst fyllgir landsins fíggjarlóg neyvt langtíðaríløguætlanini. Meira pengar verða játtaðir til Fróðskaparsetri og skipini hjá strandferðsluni skulu nú eisini sigla heilidagar har skipini annars hava ligið við bryggju. Nú skulu skipini eisini sigla Jóladag, Langafríggjadag og Páskadag. Eisini eru sparingar á skránni.

Sum skilst ætlar landsstýrið at landsins fíggjarlóg neyvt fylgir langtíðaríløguætlanini. Meira pengar verða játtaðir til Fróðskaparsetri (2 mió.) og skipini hjá strandferðsluni skulu nú eisini sigla halgidagar har skipini annars hava ligið við bryggju. Nú skulu skipini sigla Jóladag, tá kristnu samfeløgini minnast at Jesus Kristus var føddur, Langafríggjadag, tá Fólkakirkjan eins og aðrar kristnar kirkjur minnast at Jesus doyði á krossinum og Páskadag, tá Jesus reis upp frá deyðum og vísti seg fyri lærusveinunum.

2 mió verða settar av á fíggjarlógini til útbreiðslu og redaktionelt arbeiði, men lógarverk skal smíðast áðrenn stuðul verður útgoldin.

Tíðindafundur verður í Fíggjarmálaráðnum í morgun kl. 10:00 í sambandi við, at uppskotið um løgtingsfíggjarlóg fyri 2015 verður lagt fyri Løgtingið.