Á fíggjarlógini sæst at peningur er játtaður til vegir og tunlar í Kalsoy og Viðoy
Á fíggjarlógini sæst at peningur er játtaður til vegir og tunlar í Kalsoy og Viðoy
Vegagerð í Kalsoy, vegir og tunlar
Arbeiðið fevnir um ábøtur og liðugtgerð av øllum vegakervinum á oynni, herímillum eisini tunlar, sum ongantíð eru gjørdir lidnir. Endamálið er at dagføra samferðslukervið á Kalsoynni. Fyri nøkrum árum síðani var arbeiðið mett til at kosta umleið 21,0 mió. kr. Av tí at árligu játtanirnar hava verið so lágar, hevur arbeiðið drigið út, og tað merkir, at samlaði kostnaðurin verður nakað hægri enn áður mett.
Í 2015 verða 2,0 mió. kr. játtaðar til endamálið.
Tunnil til Viðareiðis
Endamálið við verkætlanini er at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Verkætlanin umfatar at byggja ein umleið 1.850 metrar langan tunnil úr Hvannasundi til Middals. Harafturat fevnir verkætlanin um at gera veg frá verandi landsvegi við Hvannasund til tunnilin, og at gera landsveg frá tunnilsmunnanum í Middali til Viðareiðis. Samanlagt umleið 4.000 metrar av vegi.
Sambært verklagslóg um tunnil til Viðareiðis, við tilhoyrandi vegum, sum var samtykt í 2013, kann kostnaðurin í mesta lagi verða 162,0 mió. kr. Verkætlanin var boðin út í 2013, og tilboð komu inn. Tað vísti seg at verða neyðugt at gera ávísar tillagingar og avtalur, til tess at halda játtanarkarmin.
Farið er undir at gera tunnilsarbeiðið í 2014, og verður arbeiðið eftir ætlan liðugur í 2017. Tað verða játtaðar 35,5 mió kr. til verkætlanina í 2015.
Vegurin til Múla
Tað verða játtaðar 1,0 mió. kr. til at gera neyðugar ábøtur á vegin til Múla.




