Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta illveðrið henda veturin í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Veðrið ta seinastu vikuna hevur verið eyðkent av høgum trýstið yvir bretsku oyggjunum og aðrastaðni í Vesturevropa eisini. Lágtrýstini úr eysturstrond Kanada eru tí beind norður ígjøgnum Grønlandsfjørðin, og í Føroyum hava vit merkt hetta við at fingið nógv regnumráði yvir okkum saman við høgum temperaturi. Eitt sindur styttri hevur verið ímllum lágtrýstini eisini.

Nú morgun er eitt slíkt lágtrýst ein útsynning úr Íslandi. Trýstið er niðri á 978 hPa, og tað er nokko lágt, men hetta lágtrýstið skal kappast um plássið við hátrýstið yvir bretsku oyggjunum, ið eru uppi á 1031 hPa. Hesin stóri munur á há- og lágtrýsti gevur nógvan vind, og mesti vindur er ímillum hesar trýstdeplar – og tað er júst har, Føroyar liggja! Hátrýstið fer at flyta seg undan lágtrýstinum í suðureftir, samstundis sum tað viknar eitt sindur. Látrýstið fer at flyta seg í landnyrðing tað næsta samdøgrið, meðan tað dýpist enn meiri. Munurin ímillum trýstdeplarnar verður sostatt ikki nógv broyttur tað næsta samdøgrið, og tí fara vit at merkja heilt fitt av vindi úr suðuri og útsynningi-suðuri – fyrrapartin í dag vaksandi upp í storm við hørðum hvirlum. 

Út á dagin og kvøldið minkandi, men framvegis heilt fitt av vindi. Fleiri brúgvaløg eru væntandi í dag, og tí verður regn mestsum alla tíðina við onkrum steðgi.