Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politisk verkætlan fyri 100 mió. lá uttanfyri komunulóggávuna

Norðlýsið

Tann 16 august 2014 setti Heðin Mortensen íverksetararáðstevnu sum varð hildin í Múllers Pakkhúsi. Í setanarrøðu síni gjørdi borgarstjórin greitt at Sjóvinnuhúsið (sum tá tað er liðugt kostar góðar 95 mió. kr) skuldi verða ein menningardepil fyri vinnulívið í høvuðsstaðnum og øllum landinum.

Tann 16 august 2014 setti Heðin Mortensen íverksetararáðstevnu sum varð hildin í Múllers Pakkhúsi. Í setanarrøðu síni gjørdi borgarstjórin greitt at Sjóvinnuhúsið (sum tá tað er liðugt kostar góðar 95 mió. kr) skuldi verða ein menningardepil fyri vinnulívið í høvuðsstaðnum og øllum landinum.

– Við hesi ætlan gevur kommunan verandi og komandi vinnu, sum á ein ella annan hátt knýtir seg til sjógvin, møguleika at húsast undir somu lon. Karmarnir verða framúr góðir, og kunna nýtast til eitt nú offshorevinnu, menning av virðisøking og marknaðarføring av t.d. fiskavørum, havtøkni, lívtøkni, sjóvinnuráðgeving, aling, gransking og KT-menning. Tankin við húsinum er, at tá nógvar ymiskar vinnugreinar, ið á ein ella annan hátt eru knýttar saman, virka saman, er møguleikin fyri nýggjum tankum og íverksetan av sær sjálvum til staðar. Við hesum báðum átøkum er kommunan við til at leggja lunnar undir eitt virkið og vakið vinnulív, segði borgarstjórin m.a.

Heðin Mortensen umvegis Facebook tann 5. November 2013

…… Sjóvinnuhúsið fer at húsa smáum og stórum fyritøkum, ið hava eitt hvørt við sjógvin at gera. ……

….Nógv størv í kommununi hava samband við sjógvin, og nógvar inntøkur verða skaptar umvegis sjógvin. Og tí er eftirspurningurin eftir at leiga skrivstovuhøli í Sjóvinnuhúsinum longu stórur – hóast bygningurin ikki verður endaliga liðugur fyrr enn á sumri 2015. Tá hava fyritøkur innan eitt nú oljuvinnu, offshore, aling og gransking, virðisøking av fiskavørum, havtøkni, marknaðarførslu, havkanningar, reiðaravirksemi, lívtøkni, ráðgevaravirksemi og KT-menning til sjóvinnu møguleika at húsast undir somu lon……….


Framløga á tíðindafundi hjá Tórshavnar Havn 27. august 2013

.….Tórshavnar havn bøtir um karmar og styrkir avriksførið hjá fyritøkum

……Alt vinnuvirksemið hevur broytt bygningin, ið m.a. hevur fingið nýggjar útsíður, nýggj vindeygu og nýtt tak.
Nú tað líður so væl at umvæla saltsølubygningin uttan, verður í næstum farið undir at projektera bygningin innan. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á felagsloysnir fyri verandi og komandi leigarar.
Vit hava nógv arbeiðspláss, ið hava samband við sjógvin, hetta gevur okkum føroyingum sera nógva vitan innan tað, ið fyriferst á sjónum, í sjónum og við sjógvin. Hetta er ein styrki, sum vit halda vit skulu byggja víðari uppá. Tí ætlar Tórshavnar havn at samantvinna vitan við góðar fysiskar karmar, til gagns fyri alt tað føroyska samfelagið……

• Felags post, kopiering og print
• Felags matarhøll
• Felags telefonansan
• Felags reingerð
• Felags alnetsamband
• Atgongd til altjóða vitan og fundarhøli uttanlands

Harumframt eru aðrir minni ítøkiligir fyrimunir:
• Netverk til aðrar í vinnuni
• Vitanardeiling
• Ein inngongd hjá møguligum íleggjarum
• Vakurt nýinnrættað umhvørvi at bjóða sínum kundum

Sostatt verður hetta staðið, har vitan miðsavnast. Hetta ger, at smærri fyritøkur í størri mun kunnu nýta sínar kjarnuførleikar og bert í minni mun nýta tíð til umsitingarligt arbeiði.
Formaðurin í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu fegnast um hetta framtak.
-Hetta fer at geva privatu vinnuni fantastiskar karmar at virka undir, fyritøkunar innan maritima økið eiga at taka av hesum møguleikanum, sigur Sjúrður Olsen.
Eisini vil “Vinnuhúsið Vestara Vág” virka fyri, at limir hava møguleika fyri altjóða samstarvi.
Hetta verður framt við, at “Vinnuhúsið Vestara Vág” arbeiður fyri limaskapi í Enterprise Europe Network.
Harumframt arbeiðir “Vinnuhúsið Vestara Vág” við at skapa atgongd til líknandi altjóða virkishús, ið trygt kunnu veita holla ráðgeving á ymiskum landafrøðisligum marknaðum.

Sí eina framløgu av glasiligu vinnuligu ætlanunum við Sjóvinnuhúsinum, sum Tórshavnar Kommuna legði fram fyri pressuna tann 27. August.


Kommunan broytt kós 

Fyri fáum vikum síðani skrivar kommunustjórin í svarið til Kommunala Eftirlitið at kommunan alla tíðina hevði ætlað at bygningurin skuldi brúkast til smiðju, verkstað og goymslu sum var partur av virkseminum hjá Tórshavnar Havn, sum bygningurin var brúktur til framman undan.

LES SVAR FRÁ TH.KOMMUNU

Skal brúkast til kommunal endamál

Kommunala eftirlitið skrivar í niðurstøðuni sum er send Tórshavnar Býráð tann 26. September 2014:

…. Bygningurin má fyrst og fremst brúkast til kommunal endamál. Einans tann parturin av bygninginum sum kommunan hevur ov nógv, kann leigast til vinnuligt endamál. Tórshavnar Kommuna má tí ongantíð taka kommunalt virksemi út úr bygninginum fyri at geva privatu vinnuni betri pláss í bygninginum. Tað er sostatt ikki áhugin fyri leigumálu frá privatum, sum skal verða avgerandi fyri hvør húsast í bygninginum, men heldur tað kommunala virksemi……

LES NIÐURSTØÐU HJÁ KOMMUNALA EFTIRLITINUM HER

Enn er eingin politisk viðmerking komin frá Tórshavnar Býráð…….