Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup er fimti KÍ leikarin við U16 aldri

Jákup Ósá

Jákup B. Andreasen er fimti leikarin hjá KÍ í nýggjari tíð, sum hevur fingið spælitíð á besta liðnum hjá KÍ í bestu deildini og samstundis havt aldur til at spælt á dreingjaliðnum, sum í dag kallast U16.

Jákup B. Andreasen er fimti leikarin hjá KÍ í nýggjari tíð, sum hevur fingið spælitíð á besta liðnum hjá KÍ í bestu deildini og samstundis havt aldur til at spælt á dreingjaliðnum, sum í dag kallast U16.

Mikukvøldið kom Jákup B. Andreasen á KÍ miðvøllin, tá eitt korter var eftir at spæla. Hetta var fyrstu ferð, at hann kemur á vøllin fyri besta KÍ liðið. Jákup var 16 ár og 124 dagar, tá dysturin bleiv leiktur. Yngsti KÍ leikarin á besta liðnum í nýggjari tíð er Ari Samson. Hann var 16 ár og 3 dagar, tá hann í 2005 kom á vøllin fyri besta liðið hjá KÍ. Hinir KÍ leikararnir, sum hava havt U16 aldur og fingið spælitíð á besta liðnum í í bestu deildini í nýggjari tíð eru Mathias Samuelsen, John Hammer og Sørmundur Kalsø.

Leikarar hjá KÍ sum hava havt U16 aldur og spælt á besta liðnum sama ár:

2014: Jákup B. Andreasen

2008: Sørmundur Kalsø

2005: Ari Samson

2005: John Hammer

2004: Mathias Samuelsen

Annars kann nevnast, at Jákup B. Andreasen ikki hevur loyvið at spæla nakran dyst aftur í ár á besta liðnum uttan so, at hann ger ein sáttmála. Reglarnir hjá FSF siga, at ein kann bara spæla ein dyst uttan sáttmála.