KÍ hevur ongantíð áður latið so fá mál inn eftir 24 umfør sum í ár.
Hetta skal skiljast sum, at tað eru ongantíð so fá mál farin ígjøgnum eftir 24 umførum. 33 mál eru farin inn í 24 umførum. Í 2005 var fyrstu ferð, at 27 dystir blivu spældir eitt kappingarár, so tað eru bara 10 ár, sum kunnu samanberast. Eisini kann nevnast, at KÍ ongan dyst av seinastu 7 dystunum hevur latið meir enn 1 mál ígjøgnum.
Niðanfyri eru hagtølini eftir 24 umførum hesi 10 árini:
2014: 33
2013: 51
2012: 35
2011: 45
2009: 50
2008: 36
2007: 44
2006: 34
2005: 44
Kelda: FaroeSoccer




