Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Adeshina Lawal til ÍF?

Jákup Ósá

Kanska ársins besti leikari í Effodeildini í 2014 spælir væntandi við ÍF í 2015.

Fýra feløg royna eftir kanska besta leikaranum í Effodeildini í 2014. ÍF er favorittur til at fáa undirskriftina.

Adeshina Lawal hevur verið tann kanska týdningarmiklasti leikarin hjá oddaliðnum B36 hetta kappingarárið. Hann hevur skorað 12 mál og hevur lagt upp til 10 mál. Sostatt hevur hann átt seinasta ella næstseinasta fótin á einum B36 máli í 22 av teimum 48 málunum, sum liðið hevur skorað.

Men nógv bendur á, at Adeshina Lawal skiftir felag næsta ár. Tað ljóðar, at samráðingarnar millum Lawal og ÍF nærum eru komnar á mál. Anfinn Gaard er umboðsmaður hjá Lawal og hann sigur, at tað er stórur áhugi fyri Lawal.

– Tað er stórur áhugi fyri honum, og hann ynskir at halda fram í Føroyum. Tað eru fýra feløg, sum hava víst Lawal áhuga og har er B36 sjálvandi eitt av teimum. Tá so nógv feløg eru eftir honum, so er sjálsagt ein møguleiki, at hann verður at síggja í einum nýggjum felag næsta ár. Tað nærkast einum sáttmála, men enn er ov tíðliga at siga nakað heilt vist, sigur Anfinn Gaard við Norðlýsið.

Vælvitandi keldur vilja vera við, at tað er ÍF, sum fer avstað við álopsleikaranum úr Nigeria. So er spurningurin, um hann skal spæla í álopinum saman við Clayton Soares ella um hann skal fylla skógvarnar hjá Clayton, sum nú er 35 ára gamal.

Harleyfacadeacryl