Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis síggja hagtølini út hjá landsliðsálopsleikarunum?

Jákup Ósá

Hví blivu Klæmint A. Olsen og Finnur Justinussen vrakaðir?

Hví blivu Klæmint A. Olsen og Finnur Justinussen vrakaðir?

Jóan Símun Edmundsson, Arnbjørn Hansen og Páll A. Klettskarð blivu í vikuni valdir framum Klæmint A.Olsen og Finnur Justinussen til álopsplássini á landsliðnum til komandi uppgávurnar. Men hyggja vit eftir hagtølunum fyri hetta kappingarárið og hugsavna okkum um mál og upplegg, sum nógvir venjarar døma álopsleikarar eftir, so kann tað tykjast løgið, at bæði Klæmint og Finnur eru vrakaðir.

Leiktíð

Eitt sum má takast atlit til er leiktíðin, sum hesir hava spælt. Har sær listin soleiðis út:

1. Klæmint A. Olsen 2152 minuttir

2. Finnur Justinussen 2106 minuttir

3. Páll A. Klettskarð 2037 minuttir

4. Arnbjørn Hansen 1509 minuttir

5. Jóan Símun Edmundsson 1370 minuttir

Mál

Um vit hyggja eftir málunum, so sær listin fyri Effodeildina í ár soleiðis út:

1. Klæmint A. Olsen 20 mál

2. Finnur Justinussen 16 mál

3. Páll A. Klettskarð 12 mál

4. Arnbjørn Hansen 8 mál

5. Jóan Símun Edmundsson 6 mál (samanlagt fyri AB og HB)

Her kann viðmerkjast, at Klæmint hevur skorað tvey brotsspørk og Páll hevur skorað eitt brotsspark.

Upplegg

1. Finnur Justinussen 9 upplegg

2. Klæmint A. Olsen 7 upplegg

3. Páll A. Klettskarð 4 upplegg

4. Arnbjørn Hansen 2 upplegg

5. Jóan Símun Edmundsson 2 upplegg (samanlagt fyri AB og HB)

Samanlagt mál+upplegg:

1. Klæmint A. Olsen 27

2. Finnur Justinussen 25

3. Páll A. Klettskarð 16

4. Arnbjørn Hansen 10

5. Jóan Símun Edmundsson 8

Samanborið til leiktíð

Tekur ein so og setur leiktíðina upp ímóti nær ein leikari skorarar ella leggur upp, so sær listin soleiðis út:

Klæmint A. Olsen 80 minuttir pr. mál/upplegg

Finnur Justinussen 84 minuttir pr. mál/upplegg

Páll A. Klettskarð 127 minuttir pr. mál/upplegg

Arnbjørn Hansen 151 minuttir pr. mál/upplegg

Jóan Símun Edmundsson 171 minuttir pr. mál/upplegg

Royndirnar mangla

Landsliðsvenjarin hevur uttan iva sínar orsøkir til at hava valt, sum hann hevur. Ein orsøk er helst, at Klæmint og Finnur mangla altjóða royndir samanborið við hinar tríggjar, og at teir í nógv minni mun hava verið partur av landsliðnum. Síðani eru tað leikara typirnar, sum skulu passa saman til álopsalternativini á landsliðnum, og har passa hesir báðir kanska ikki so væl inn, sum landsliðsvenjarin ynskir sær? Men í øllum førum kunnu vit staðfesta at útfrá hagtølunum fyri høvuðsuppgávunum – at skora mál og leggja upp til mál – hjá einum álopsleikara, so hava bæði Klæmint og Finnur rætt uppá eitt pláss á landsliðnum.

Kelda: FaroeSoccer