Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík á heimavølli

Jákup Ósá

Fyrsti heimadysturin hjá Team Klaksvík verður leygarkvøldið móti føroyameistarunum úr KÍF.

Fyrsti heimadysturin hjá Team Klaksvík verður leygarkvøldið móti føroyameistarunum úr KÍF.

Team Klaksvík tapti greitt í fyrsta dystinum móti Kyndil seinasta sunnudag eftir ein annars javnan fyrra hálvleik. Men ofta hava vit sæð, at Team Klaksvík á útivølli og heimavølli næstan hevur verið sum tvey ymisk lið. Samstundis verður hetta fyrsti heimadysturin hjá teimum nýggju Team Klaksvík leikarunum. M.a. málverjanum Dragan Kondic og bakkinum Bogdan Florea. KÍF hevur eitt lið, sum minnir nógv um liðið í fjør. Tó hava teir skaðar at dragast við í løtuni og m.a. situr Nicklas Selvig uttanfyri vegna skaða. Hetta er fyrsti dysturin hjá KÍF í landskappingini hetta kappingarárið.

Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar kl. 18.00.