Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1.deild: Dagsins profilar hjá KÍ og HB

Jákup Ósá

Bæði KÍ og HB hava væntandi nakrar leikarar, sum vit eisini kenna úr Effodeildini við, tá liðini bresta saman í avgerandi dystinum hjá 1.deild í dag.

Hjá báðum liðum hava leikarar, sum eru føddir í 1993 ella seinni loyvið at spæla við óansæð, um teir spæla við Effoliðnum í morgin ella ikki. Hjá KÍ kann væntast, at Tórur Justesen verður við. Meðan vit seinastu dystirnar hava sæð leikarar sum Oddmar Marsten og Gunnar Christiansen á liðnum. Hesir spældu nógv við frá byrjan á besta liðnum í fjør og gunnar eisini ein part í hesum kappingarárinum. Eisini kann nevnast, at Atli Danielsen hevur verið at sæð til venjing hesa vikuna, so helst er hann eisini ein møguleiki.

Hjá HB kann ein rokna við, at U21 landsliðsleikararnir Tróndur Jensen og René S. Joensen spæla frá byrjan í dag. Teir hava sitið á bonkinum hjá Effoliðnum seinastu tíðina og hava annars spælt við 1.deild. Bartal Wardum er ein annar, sum hevur aldur til at spæla við báðum.


Avgerandi dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00.