Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík vinnur móti Kyndli?

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur latið eina klagu inn um ein leikara hjá Kyndil, sum ikki hevði loyvið at spæla móti Team Klaksvík seinasta sunnudag.

Sum Norðlýsið skilir, so er góður møguleiki hjá Team Klaksvík at vinna klaguna og harvið fáa øll stigini í fyrsta umfarinum, har Kyndil annars vann greiðan sigur. Enn er klagan ikki endaliga avgreidd.

Team Klaksvík spælir í Klaksvík í kvøld móti KÍF. Dysturin byrjar kl. 18.00.