Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesa ársins heystartíð

Danial Viðoy

Hugni breiðir seg um kvinnur og menn, gentur og dreingir. Illfýsið veður er títtari. Fleiri skulka, sjálvsagt. Heystið hugsavnar prátið um eittans.

Hugni breiðir seg um kvinnur og menn, gentur og dreingir. Illfýsið veður er títtari. Fleiri skulka, sjálvsagt. Heystið hugsavnar prátið um eittans.

Ein roynd at yrkja um hesa hugnaligu tíðina:

Um heystið ganga fólk á fjall,

tí nú skal palleba fylla sín hjall.

Um heystið reka vit seyð í rætt,

at reka er stuttligt og lætt.


Um heystið er heitt í flettingarrúmi,

uttanfyri standa seyðir bundnir í túni.

Um heystið heysta vit vársins stríð,

hetta sæst aftur spískamarinum í.


Um heystið eru nógvar góðar løtur,

í bý og um bygdargøtur.

Reyp og hóreiggjan um úrtøku og gróður,

var veðrurin nú so stórur?


Um heystið doyr seyður og hann bløðir,

tað er gott at SS ikki stendur og gløðir.

Nøkur eygu uttanífrá halda tað er løgi,

men eitt er vist, hetta er sonn vistfrøði.


At seta orð á hesa tíð er ikki lætt,

fjallmenn og kvinnur og seyðarætt.

Í stuttum er hetta matur á borðið,

vit hava tikið Harran upp á orðið.