HB kunngjørdi í dag eitt av sínum árligu stórkeypum, tá Arnbjørn T. Hansen bleiv kunngjørdur sum komandi HB leikari.
Tað ljóðar eisini í høvuðsstaðnum, at HB og Jóan Símun Edmundsson ikki samstarva næsta kappingarár, og tí er Arnbjørn upplagt evnið til at koma á hansara pláss í hópinum.
Arnbjørn er millum álopsleikararnar, sum seinastu árini hava skorað mest mál í føroyskum fótbólti. Tó hava skaðar eisini darvað honum nógv.
Mynd: hb.fo




