Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aganevndin: HB skal niður í 2.deild!

Jákup Ósá

Aganevndin hevur nú gjørt úrskurð í kæruni frá HB, har HB metti Atla Danielsen at hava leikt ólógliga.

Aganevndin hevur nú gjørt úrskurð í kæruni frá HB, har HB metti Atla Danielsen at hava leikt ólógliga.

Frá KÍ frætta vit, at Aganevndin ikki hevur givið HB viðhald. Víst verður á, at Atli hevur leikt tveir dystir lógliga í 3.deild fyrr í ár og flutti sostatt deildir upp til hendan dystin. Og tað hava leikarar altíð loyvið til sambært reglugerðini.
Sostatt er staðfest, at HB ikki hevur lið í 1.deild næsta ár, meðan KÍ nú hevur lið í øllum deildunum eftir, at 3.deildarliðið tryggjaði sær uppflyting.