Alt bendur á, at Álvur Christiansen verður at síggja í AB komandi kappingarár.
25 ára gamli Álvur F. Christiansen er fluttur til Argir at búgva í sambandi við útbúgving. Hetta ger, at hann mest sannlíkt gevst i KÍ. Samráðingar hava verið millum Álv og AB, og tað verður mest sannlíkt í AB, at Álvur fer at spæla komandi kappingarár.
Álvur hevði í fjør sítt besta kappingarár í KÍ, tá hann skoraði 10 mál í 30 dystum fyri besta liðið hjá KÍ.
Í Norðlýsinum, sum fór til prentingar í gjár og sum verður í sølubúðunum í morgin, er grein um væntaða frágongd í KÍ, har minst tríggir leikarar í núverandi hópi ikki væntast at halda fram í 2015.




