Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endamálið við einum framtíðar fiskivinnupolitikki má verða at tilfeingið verður gagnnýtt so skilagott sum gjørligt – øllum føroyingum til frama.

Poul Michelsen

FORMAÐURIN Í FRAMSÓKN: Endamálið við einum framtíðar fiskivinnupolitikki má verða at tilfeingið verður gagnnýtt so skilagott sum gjørligt – øllum føroyingum til frama. Framsókn- sum ein liberalur flokkur – fer altíð at stuðla og menna liberalar skipanir, hetta er eisini galdandi fyri fiskivinnuna.

Svar til Norðlýsid

Endamálið við einum framtíðar fiskivinnupolitikki má verða at tilfeingið verður gagnnýtt so skilagott sum gjørligt – øllum føroyingum til frama.

Framsókn- sum ein liberalur flokkur – fer altíð at stuðla og menna liberalar skipanir, hetta er eisini galdandi fyri fiskivinnuna.

Eitt av grundleggjandi viðurskiftunum í einari liberalari skipan er møguleikin at sleppa framat á líka fóti við aðrar og møguleiki at virka á líka fóti við aðrar.

Tí gongur Framsókn inn fyri einari uppboðssølu av rættinum at fiska tilfeingi. Landið eigur tilfeingið og landið selur rættin til at fiska tað fyri eitt tíðarskeið í senn.

Fiskiskapurin skal fara fram við føroyskt skrásettum skipum, við føroyskari manning og skulu føroyskir sáttmálar verða galdandi. Tað eigur at bera til at leiga skip til endamálið.

Veiðan skal um føroyskan bryggjukant og seljast á uppboðssølu. Bæði føroyingar og útlendingar kunnu bjóða uppá rávøruna.

Slík skipan vil tryggja rættan marknaðarprís, rættan avrokningarprís – samstundis sum landið fær tað tilfeingisgjald, sum vinnan metur seg kunna klára at gjalda.

Í eini slíkari liberalari skipan fáa tey sum halda seg framat bæði møguleika at fiska, selja og framleiða. Vit tosa um eina liberala skipan har vinnan virkar undir treytum, sum tey kunnu fyrihalda seg til.

Undir eini slíkari skipan ber til hjá dugnaligum reiðaríum at gerast bæði stór og sterk, men tá vegna góðan handilsskap og ikki sum í dag har rættindi at fiksa verða givin eftir ógreiðum og ólíka treytum.

LES ODDAGREIN: http://nordlysid.fo/utlendingar+i+fiskivinnuni+ella+ikki+ndash+tad+er+brennandi+spurningurin.html