Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stilt og kølið í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Veðrið í morgun er gott. Mátistøðirnar hjá Landsverki siga frá lítlum vindi – ongastaðni meiri enn upp í 5 m/s uttan í Mykinesi: har eru máldir 9 m/s. Kalda fleyrið stavar av Norðurgrønlandi og Norðpólinum, og tað kemur til okkara úr ymsum ættum. Tað er turt um alt landið.

Veðrið í morgun er gott. Mátistøðirnar hjá Landsverki siga frá lítlum vindi – ongastaðni meiri enn upp í 5 m/s uttan í Mykinesi: har eru máldir 9 m/s. Kalda fleyrið stavar av Norðurgrønlandi og Norðpólinum, og tað kemur til okkara úr ymsum ættum. Tað er turt um alt landið.

Myndin av lufthavinum er eitt sindur ógreið, hvar lágtrýst og hátrýst eru. Í øllum førum nú í morgun. Men myndin fer at gerast greiðari út á dagin. Eitt stormlágtrýst er í fullari menning miðskeiðis í Norðuratlantshavi. Í nátt var tað komið niður í 950 hPa, og vindferðin rundan um er oman fyri 30 m/s – og tað er ódn. Men lágtrýstið er langt burtur frá okkum enn. Tí merkja vit als einki til tað. Ikki enn, ið hvussu so er. So hvørt sum lágtrýstið nærkast, fer ættin at snara í eystan, og vindur at veksa eitt sindur.

Lágtrýstið fer at steðga upp í síni ferð ímóti okkum. Tað ferðast í miðjum havi frá Ný Fundlandi til Írlands, men ferð helst at minka ferðina niður í næstan einki beint suður úr Íslandi. Samstundis grynnist tað alla tíðina. Sostatt verður størsti parturin av megini brúkt aðrastaðni enn hjá okkum. Hesaferð. Vit fara at merkja hetta lágtrýstið í Føroyum, við at vindurin fer at liggja um eystan í nakrar dagar, meðan hann spakuliga fer at veksa. Væntandi fer vindurin at vaksa seg upp í skrið (17 til 20 m/s) hósdagin úr eystri.

Veðrið í dag fer at vera gott. Vindurin verður úr ymsum ættum til út á seinnapartin ella tíðliga í kvøld. Eftir tað verður eitt fleyr til eitt gul eystaneftir og klárt veður fyri tað mesta; hitin í dag fer at liggja um 6-8 stig.
Harleywoodpaint