Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað skinklar undir kanningum, rokniarkinum og skriviborðinum

Jógvan við Keldu

Lætt at krevja frá síðulinjuni við lutvíst leysliga undirbygdum ella óundirbygdum uppáhaldi, meðan aðrir satsa og gera íløgurnar

Lætt at krevja frá síðulinjuni við lutvíst leysliga undirbygdum ella óundirbygdum uppáhaldi, meðan aðrir satsa og gera íløgurnar

Seinastu árini hava skotriðurnar dunað úr politisku, hagfrøðiligu, búskaparfrøðiligu og samfelagsfrøðiligu legunum inn í rikna fiskivinnu- og vinnupolitikkin í Føroyum. Hesir meta, at best er við broytingum.

Samfelagið Føroyar hevur ment seg í flestu førum soleiðis, at vit hava eitt heilt annað samfelag enn fyri 50 árum síðani. Tað hava onnur lond eisini.

Hetta er sum við “Stórhvalagildinum”: Hvør av øðrum liva má”. Frumróðurin er tilfeingisvinnan, og hvussu hon verður fingin til høldar.

Seinastu árini hava búskaparfrøðingar og ávísir politikarar trilva seg fram, tí hesir krevja broytingar. Tosa um “uppboðssølu” av fiskiloyvum, men hvussu hetta í roynd og veru skal skipast út í æsir og hvussu hetta fer at virka í longdini 5,10,15 ár fram og viðvíkjandi fígging, veðseting, kontinuiteti o.s.fr. tykjast teir ikki at vera serliga stinnir í – milt sagt.

Fleiri kanningar hava sæð dagsins ljós. Har verður kravt tilfeingisgjald, víðari menning av vørum og tær milliardir meiri, hetta átti at givið føroyska samfelagnum. – Hetta ljóðar jú alt tiltalandi!

Tað sum liggur fyrst og fremst fyri hjá hesum, er at “taka úr vinnuni og harvið hevur hon færri pengar til víðari menning” – hon er jú so rík – til at lata landskassanum, so ein “vælferð” kann uppihaldast, verður sagt. Spurningurin er so, vælferð fyri hvønn og hvussu langt framyvir?

Grunnar kanningar

Lætt er at rópa frá síðulinjuni lutvíst leysliga undirbygt ella óundirbygt, sum tó skinklar, meðan aðrir satsa, gera íløgur og menna tilfeingið bæði innan aling og fiskivinnu og fáa ákoyringar frá hesum.

Nú kom Framsókn við eini kanning, har í einum parti verður sagt, at “59% av føroyingum halda, at alivinnan og fiskivinnan eiga at gjalda tilfeingisgjald” omaná skatt og onnur avgjøld. Hesum svølgja fjølmiðlar og ávísir politikarar rátt og brúka tað uttan víðari viðgerð. Har hoyrist onki eftirspæl frá aðrari síðu.

Veruleikin er, at ídag virka bert eini 4.000 fólk av 25.000, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, beinleiðis í fiski- og alivinnuni. Bara eitt av so mongum dømum: fyri 20 árum síðani vóru 2.000 fiskimenn og kanska 700 námsfrøðingar. Ídag hava vit 700 fiskimenn og helst 2.000 námsfrøðingar. Møguliga rætta gongdin, tí fiskivinnan er so nógv rationaliserað. Men, hvør hevur gjørt hetta møguligt? Stutta svarðið er sjálvandi ali- og fiskivinnan, sum sjálv hevur ment seg.

At kanningin vísir, at 59% av føroyingum ynskja tilfeingisgjald, er ein nátúrulóg men krevur eina nærri gransking av teirri orsøk, at bert stívliga 15% av fólkinum er beinleiðis í fiski- og alivinnuni og hin parturin hevur so gott sum onki tilknýti til hesa vinnu, og tí eina heilt aðra hugsa um hana, tá tey verða spurd, enn tey, ið beinleiðis eru í henni. Samfelagshugsanin er so sera nógv broytt seinastu ár tíggjuni.

Søla av fiskiloyvum og hvat so

Hendan kanning eins og fleiri av rokniørkunum og á skriviborðinum skinkla veruliga og kunnu roknast beinleiðis ótrúverdug uttan – sum sagt – nærri gransking. Hon verður tó brúkt fyri fullum útblástri.

Fari líka at tríva í greinina við uppáhaldinum um uppboðssølu av fiskiloyvum hjá Jóannesi Jacobsen, búskaparfrøðingi, í Dimmalætting nú um dagarnar, sum hann nú í fleiri ár hevur verið frammi við.

Har sigur hann m.a.: “Uppboðssøla er kapping eftir greitt ásettum reglum. Og her er nakað eftir á mál: Fleiri ósvaraðir spurningar um, hvørjar reglur fyri eini uppboðssølu av fiskirættindum gera, at sum best fæst burturúr….” – That is it! Ein tómur pakki við løttum innpakningi!

Teir bygdu land

Niðurstøðan er sera einfald út frá øllum tí, sum higartil er borðreitt við frá “frøðiligu” leguni og frá ávísum politikarum seinnu árini:

1. Tað ræður um at taka so nógv frá teimum, sum hesir halda hava vunnið ov nógv, hóast teir hava gjørt íløgur í bæði meiri nýmótans skip, í virkir, t.d. bjarga pørtum av Suðuroynni, nýmótans virki í Fuglafirði, arbeiða fyri víðari menning av fiskatilfeinginum, eisini gjørt íløgur í oljuvinnuna, fyri at nevna okkurt. – Mær tykir eisini, at her er ein farri av øvunsjúku, tí tey vóru, sum “fingu ov nógv”! – Føroyar hava ilt við at koma víðari!

2. Við hesum peningi, sum vinnan viknar við, skal peningur setast í almennu vælferðina, sum í flestu førum gevur eina “vælferð” við hópin av nýggjum almennum stovnum, nevndum og politiskum átøkum, sum mong helst eru óneyðug. – Danir hava sæð tað, men vit eru sum vant seinni á sjóvarfallinum.

3. Tað tykist, tá vit hoyra tosið, at “teir elska íversetarar, men hesir mugu bara ikki gera tað ov gott og avlopið má ikki verða ov stórt”!

Lættasta fyri bæði ávísar politikarar og frøðingar er at sita á síðulinjuni við nøkrum í mangar mátar ivasomum “upprópum”, meðan okkara vinnulívsfólk, fiskivinnan og arbeiðandi fólkið skapa drúgv virði.

Nei her skinklar sanniliga undir bæði kanningum, rokniarkinum og skriviborðinum og ikki minst hjá ávísum politikarum, meðan samfelagið við einum frægari úrsliti hóast alt koyrir víðari. – Men tað er nú kanska ikki so løgið!