Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í umklæðingarrúminum við KÍ kvinnunum í 2005

Oliver Joensen

 Í 2005 var tað metið hjá monnunum tað galt. 66 liðið hevði nevniliga megna 5 ár á rað, og nú vit vitjaðu í umskiftingarrúminum hjá kvinnunum, var tað “6 ár á rað tað galt”. Men sum øll vita, so góvust okkara kvinnur ikki her. Tær eru nevniliga farnar allan vegin til eitt heimsmet.

Eitt met, sum í hvussu so er ikki er sæð nakra aðrastaðni í heiminum í kvinnufótbólti “15 ÁR Á RAД – Ja, hvør megnar tað – bara KÍ kvinnurnar.

Heimsmetið hjá teimum verður ikki lætt at bróta. Nú lagnudagurin verður leygardagin, fara vit øll á vøllin at stuðlað okkara kvinnum, ung sum gomul, kvinnur og menn. Býráðið ger nógv burturúr og eftir dystin eru øll boðin við inn í KÍ høllina, har hátíðarhaldið skal standa og okkurt leskiligt verður til øll.

Men her nakrar nostalgiskar myndir: