Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin Mortensen flytur kanska inn í bygning sum kostar 100 mió. kr.

John William Joensen

Í samrøðu við Sosialin í dag rør Heðin Mortensen fram undir at kommunan møguliga sjálv flytur inn í bygning sum kostar 100 mió. kr. . Borgarstjórin ger greitt at skipanaruppskotið sum lá til grund fyri býráðssamtyktina tá býráði játtaði pengar til verkætlanina, er ikki bindandi. Skipanaruppskotið sum var lagt fyri býráðið tá peningur var játtaður er sambært borgarstjóranum bert eitt uppskot um møguleikar at brúka bygningin.

Í samrøðuni verður borgarstjórin spurdur um ikki ein kost/nyttu kanning eigur at liggja aftanfyri eina íløgu fyri 94 mió.?

– Eg veit ikki, nær man hevur gjørt nóg nógvar kanningar. Tú mást taka kjansir her í lívinum, sigur Heðin Mortensen. Í samrøðuni ger hann greitt at bygningurin fyrst og fremst skal brúkast til virksemið hjá Tórshavnar Havn og kanska flytur kommunan sjálv inn í bygningin. Hóast tað í skipanaruppskotinum stendur at umleið 3.000 fermetrar eru at leiga út til skrivstovur, ger borgarstjórin greitt at tað er í løtuni óvist um hvussu nógv verður at leiga út. Talan verður bara um at leiga út um okkurt pláss er eftir.

Samrøðan kann lesast í Sosialinum í dag.

Heðin Mortensen og Vinnunevndin hjá Tórshavnar Býráð presenteraðu hugskotið um Sjóvinnuhúsið sum eitt stórt vinnuligt átak til frama fyri alt vinnulív í Føroyum á tíðindafundi og skipanaruppskotið sum var grundarlag fyri tíðindafundinum var eisini grundarlag tá Tórshavnar Býráð játtaði 94 mió. kr. til Sjóvinnuhúsið sum skuldi verða eitt nýtt ”Silicon Vally” LES HER

Vinnunevndin hevði stórar ætlanir og allir býráðslimir tóku undir og játtaðu pening – SÍ HER