Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fróði skiftir til grannarnar?

Jákup Ósá

HB liðskiparin Fróði Benjaminsen hevur ikki sáttmála fyri komandi kappingarár, og nú ljóðar, at hann skiftir felag.

HB liðskiparin Fróði Benjaminsen hevur ikki sáttmála fyri komandi kappingarár, og nú ljóðar, at hann skiftir felag.

Fróði Benjaminsen bleiv í fjør valdur til ársins leikara. Í ár hevur hann eisini spælt væl og er toppskjútti hjá HB við 11 málum umframt, at hann er HB leikarin við næst flest uppleggum(6).

Fróði hevur ongan sáttmála til næsta ár. Sum so ofta fyrr, so er eftirspurningurin stórur eftir honum úr øðrum feløgum. Núverandi B36 venjarin Sámal Erik Hentze, sum eisini verður B36 venjari komandi ár, hevur áður verið venjari hjá Fróða í HB og fleiri ferðir síðani hevur liðið, sum Sámal Erik hevur vant, verið sett í samband við núverandi HB liðskiparan. Og nú siga søgurnar í høvuðsstaðnum, at stórur møguleiki er fyri, at Fróði Benjaminsen skiftir til grannarnar úr B36, sum væntandi vinna FM heitið sunnudagin. Sum skilst skulu samráðingarnar antin vera komnar á mál ella heilt langt.

Fróði Benjaminsen er 36 ára gamal og hevur umframt HB eisini umboðað barnsdómsfelagið B68 og B36 í bestu føroysku deildini. Fróði er liðskipari hjá bæði HB og føroyska A-landsliðnum.

Harleywoodpaint