Fríggjadagin skrivaðu vit her á síðuni, at Fróði Benjaminsen var í samráðingum við B36 og at hann mest sannlíkt fór at skifta til grannarnar. Hetta søgdu søgur í høvuðsstaðnum. Men sambært Fróða sjálvum og HB formanninum Finnboga Arge, so var talan um falskan alarm, tí teir kenna einki til søgurnar, veit in.fo at siga í kvøld. Fróði sigur, at hann hevur onga avgerð tikið um framtíðina.




