Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

26. umfar: Nógvir útisigrar?

Norðlýsið

Metingar: Sunnudagin er næstseinasta umfar í Effodeildini.

Metingar: Sunnudagin er næstseinasta umfar í Effodeildini.

Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, metir soleiðis um 26. umfar í Effodeildini:

Skála-Víkingur

Skála hevur ongan dyst vunnið síðani 2. august. Liðið er flutt niður og hevur í grundini ongantíð verið tætt við at kappast um plássini uppiyvir niðurflytingarstrikuni. Víkingur hevur fingið góð úrslit seinastu tíðina, men sum skilst er møguleiki fyri, at fleiri av yngru leikarunum nú fara at fáa møguleikan frá byrjan. So er spurningurin, hvussu tað fer at ávirka liðið. Eg vænti, at munurin á liðunum er ov stórur og tí fer Víkingur avstað við sigrinum. Tipping: 2

ÍF-EB/Streymur

ÍF hevur einki at spæla fyri, men tað hevur EB/Streymur. Hetta kann fara at síggjast aftur í dystinum. EB/Streymur hevur tapt tríggjar dystir á rað, meðan ÍF bara hevur vunnið ein av seinastu fýra dystunum. EB/Streymur vinnur, tí liðið hevur meira at spæla fyri. Tipping: 2

HB-NSÍ

HB er favorittur til hendan dystin. Men hvussu fer tað at ávirka HB, um B36 fer at avgera dystin á Svangaskarði tíðliga? Fer motivatiónn tá? NSÍ kann við sigri tryggja sær Europa League luttøku, so útiliðið fer helst at leggja nógv fyri. Eg vænti, at B36 fer at avgera dystin tíðliga á Svangaskarði, og tað fer at ávirka HB liðið í Havn, sum tí tapir móti einum tendraðum NSÍ liði. Tipping: 2

B68-B36

Klassamunur á liðunum á Svangaskarði, har B36 væntandi fer at feira sítt 10. FM heitið. Hóast B68 kann spæla frítt og nógv trýst er á B36, so vænti eg ikki, at hetta kemur at ávirka úrslitið. B36 tryggjar sær FM heitið á Svangaskarði. Tipping: 2

KÍ-AB

KÍ hevur helst útspælt sín Europa League møguleika við báðum tapunum móti B68 og NSÍ. Men vinnur NSÍ ikki móti HB, so kann KÍ vera við fram til seinasta umfar. AB hevur einki at spæla fyri og er uttan fleiri leikarar, meðan KÍ er fullmannað. Eg vænti, at KÍ fær øll stigini. Tipping: 1

Harleyfacadeacryl