Í morgun er stilt og gott veður – okkurt lítið ælið hevur verið framvið í morgun, men yvirhøvur er gott veður allastaðni í landinum. Sambært heimasíðuni hjá Landsverki er vindferðin í mesta lagi 7 m/s av ymsum ættum. Onkunstaðni er logn. Soleiðis verður veðrið ikki allan dag.

Eitt nokkso djúpt lágtrýst liggur einar 300 fjórðingar norðan fyri Føroyar. Tað er heilt niðri á 969 hPa. Rundan um slík lágtrýst er vanliga nógvur vindur, og soleiðis er eisini í hesum føri, men orsøkin til, at tað er so stilt í morgun er, at eitt trog stingur seg niður úr lágtrýstdeplinum og suður ímóti okkara leiðum. Trogið fer at flyta seg eystureftir í dag, og køld luft av útnyrðingi er væntandi nakað út á fyrrapartin. Og talan verður um nógvan vind av útnyrðingi – heilt upp í skrið ella storm 20 til 25 m/s. Við tí nógva vindinum kunnu vit vænta skýggjað veður og ælaveður.
Hetta veðrið heldur ikki á leingi; seint seinnapartin verður aftur betur veður. Tá skulu vit framevgis vænta okkum vind av útnyrðingi (kanska vestri) – vindferðin verður umleið eitt stívt andøvsgul 8 til 10 m/s. Tað verður turrari, tó kunnu væntast nøkur æl. Hitin í dag fer at vera eitt vet lægri enn undanfarnu dagarnir – eini 7 til 8 stig.