Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Laksaateljarin sløktur

Oliver Joensen

Fritíðarlaksaveiðan á Leynavatni og Saksunarvatni er av. Tí er eisini stroymingin av laksateljaranum í Leynará steðgað her á síðuni.

Í Norðlýsinum, sum kemur í sølubúðirnar ímorgin fríggjadagin, er forvitnisligar greinar um frítíðarlaksafisking. Eitt nú samrøða við Peter A. E. Djurhuus, ið hevur havt tekniska partin av laksateljaranum um hendur. Peter A. E. Djurhuus hevur gjørt eina dagbók, ið vísir hvønn einstakan dag tá laksarnir komu niðan, eisini er ein samanbering við 2013.

Í ár komu laksarnir ikki um somu tíð sum í fjør, ber til at lesa út av tølunum, og í samrøðuni sigur Peter A. E. Djurhuus, at føroyski villaksurin ikki hevur sama lúsatrupulleikan sum eitt nú normenn klaga um við atlitið til teirra villlaks í norsku áunum..

Dagbókin, sum altso er prentað í fullum líki í Norðlýsinum í morgin kemur til tað niðurstøðu, at í 2014 eru komnir 998 laksar niðan í Leynarvatn í mun til 331 laksar í 2013. Við Dia Jacobsen í Leynum sum keldu, sigur Peter A. E. Djurhuus, at í 2013 vóru uml. 100 laksar fiskaðir í Leynarvatni ímóti 255 í 2014.

Í blaðnum er eisini prát við formannin í Føroya Sílaveiðufelag, Josias Jacobsen.

Sum sagt, nógv meira um frítíðarlaksafisking í Norðlýsinum ímorgin fríggjadagin!

Harleywoodpaint