Løgmaður váttar at bólkurin sum varð settur at finna eina semju um fiskivinnupolitikkin hevði ein sera jaligan fund í gjár har ein arbeiðsskrá var løgd fram sum sigur hvussu arbeiðast skal fram móti eini semju. Og fyri fyrstuferð síðan bólkurin varð settur luttóku flokksformennirnir í bólkinum og niðurstøðan hjá løgmanni er at ein semja verður klár í februar.

Umframt tvey umboð fyri hvønn samgonguflokk var serligi politiski bólkurin hjá samgonguni sum arbeiðir við at finna semju um framtíðar fiskivinnupolitikkin eisini mannaður við formonnunum í samgongu flokkunum.
– Vit tosaðu aftur og fram um ymisku spurningarnar og samdist um eina arbeiðsskrá um hvussu vit arbeiða fram móti einari semju. Eisini sleppur andstøðan at verða við í eini semju, men fyrst skal samgongan finna síni bein at ganga á.
– Eg eri sannførdur um at vit finna eina semju sum er klár at leggja fyri politisku skipanina í februar, sigur løgmaður og hann leggur afturat at tey sum manna serliga fiskivinnubólkin eru samd um at semja skal finnast.