Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Orðatøk frá skúlabørnum prýða nú býarbussarnar

Tíðindaskriv

Týsdagin 7. oktober 2014 var hátíðarløta í Skúlanum við Ósánna, har vinnararnir av kappingini um bestu orðatøkini, sum nú prýða býarbussarnar, vórðu avdúkaðir, og har Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri, eisini vitjaði og helt røðu.

Týsdagin 7. oktober 2014 var hátíðarløta í Skúlanum við Ósánna, har vinnararnir av kappingini um bestu orðatøkini, sum nú prýða býarbussarnar, vórðu avdúkaðir, og har Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri, eisini vitjaði og helt røðu.

Skúlin við Ósánna skrivar á heimasíðu sínari, at henda hugaliga kapping var millum næmingarnar í 4., 5. og 6. flokki, sum høvdu sent hópin av uppskotum inn, og fyrireikararnir søgdu, at tað var torført at vilja vinnaran, tí so mong av uppskotunum vóru góð.

Orðatøkini í býarbussunum skulu kveikja prátið ímillum børn og vaksin um orðatøk, og

annars tað, tey merkja og hví, tey verða nýtt.

Í sambandi við tiltakið hevði skúlin bjóðað Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóra, við til tiltakið. Steinbjørn er nevniliga eisini formaður í teknisku nevnd, sum vegna Klaksvíkar býráð varðar av nýggju býarbussleiðini, og hevur hann verið heitur talsmaður fyri bussleiðini.

Steinbjørn bar fram eina heilsan til skúlan og til luttakandi børnini, sum vit her endurgeva partar av.

Mugu vera góð við bussarnar

Eg eri ógvuliga fegin um at verða saman við tykkum til hetta hugaliga tiltak í morgun. Takk fyri innbjóðingina.

Eg havi stríðst í fleiri ár at fáa eina bussleið í Klaksvík og aftaná seinasta val, var eitt av mínum ynskjum í samgonguni í Býráðnum, at fáa sett hetta í verk og eri nú fegin um, at hetta fekk undirtøku av Býráðnum.

Takk fyri, at tit hava tikið so væl ímóti býbussunum, nú mugu tit vera so røsk at brúka teir, og verið góð við teir, tí hetta er ein royndartíð uppá hálvtannað ár, tað vil siga, at um borgarnir ikki brúka teir, verður hon møguliga niðurløgd aftur.

Bussleiðin hent hjá mongum

Fyrimunirnir av bussleiðini eru fleiri, og teir koma væl við hjá nógvum ymiskum borgarum. Her kunnu vit til dømis nevna tey, sum ikki hava bil ella koyrikort, tey eldru, børnini og tey ungu, barnafamiljurnar o.s.fr.

Men tann bólkurin, sum kanska allar mest fær gagn av bussleiðini, eru børnini og tey ungu, sum ganga í skúla, og tað síggja vit eisini aftur í tí stóra talinum av skúlabørnum, sum brúka bussleiðina.

Nógv at læra av orðatøkun

Tí eri eg serliga fegin um, at tit her í skúlunum, hava tikið undir við tiltakinum við tí endamáli, at prýða bussarnar við myndum við orðatøkum.

Hetta tiltak er nakað serligt, tí her eru tvær ungar kvinnur komnar við hesum geniala hugskotið, at seta sjóneykuna á føroysk orðatøk, og seta myndir til tey.

Føroysku orðatøkini hava í sær sjálvum ein boðskap. Tí er tað so hugtakandi, at hetta kann koma at síggjast í bussunum.

Orðatøkini siga eisini

nakað um bussleiðina

Nógv av føroysku orðatøkunum eru gomul, og tey eru komin fram í sambandi við tad dagliga lívið, sum hevur verið her á landi gjøgnum nógv, nógv ár. Tí hóska tey so væl at brúka í sambandi við tað, sum vit kunnu uppliva – kanska eisini í sambandi við bussleiðina 

1. Tað er jú so umráðandi, at vit møta upp til tíðina, áðrenn bussurin fer, tí “sein kúgv fær skitið gras”, og tann, sum kemur ov seint á buss-steðgiplássið, sleppur ikki við, men má bíða til næsta túr, og tá verður hann kanska ov seinur í skúla .

2. Men vit mugu heldur ikki skunda okkum so nógv, at vandi verður fyri óhappi, nei, “fram kemur hann, ið hóvliga fer”. Tá verða vit eisini nógv tryggari í ferðsluni, og øll kunnu koma glað í skúla .

3. Og sjálvt um bussurin onkuntíð um morgnarnar eru fullur av børnum, so vita vit, at “har hjartarúm er, er húsarúm”, og fyrr ella seinni sleppa øll við bussinum .

4. Nú er bussleiðin nýggj, men sjálvt um bussarnir eru vakrir og snøggir, so er nógv, sum kann gerast betur – “ikki alt gull er, sum glitrar” – men vit læra hvønn dag, og so við og við fer bussleiðin at blíva betri og betri .

5. Tað er so skjótt til, at vit byrja at grenja, men eg vóni, at vit øll heldur seta okkum fyri, at hjálpa til har, sum vit kunnu, tí “betri er bøtandi hond enn spillandi tunga”, har øll gera sín part til, at tingini glíða væl – so verður úrslitið heilt sikkurt gott .

Takk til stigtakarar

næmingar og skúlan

Góða Annika og Fríða! Takk fyri hetta frálíka hugskot, og takk fyri, at tit ikki bara tosaðu um hetta, men gjørdu álvara av tykkara ætlanum og førdu tær út í lívið.

Eisini vil er bera tykkum, skúlanæmingum, sum hava tikið lut í hesum eina tøkk. Takk fyri, at tit hava brúkt tykkara góðu evnir til at finna orðatøk og gera tekningar til tær.

Hugskotini og tekningarnar eru fleiri sera góðar, men tað kunnu ikki øll vinna hóast tað í verulekanum er ein vinningur at vera við í hesum.

Nú fara Annika og Fríða at útnevna vinnarnar, tit síggja øgiliga spent út.

Vit ynskja gentunum 6. flokki hjartaliga tillukku við vinninginum og gleða okkum at síggja øll orðatøkini á bussunum.

Takk fyri.