Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Noomi Thomsen, 40 ára starvsdag í Klaksvíkar Býráð

Oliver Joensen

 Øll vit, sum hava havt samband við bókhaldið hjá Klaksvíkar Býráð hesi seinastu 40 árini, vita, at Noomi hevur verið eitt ótrúliga trútt, nærlagt og fyrikomandi starvafólk hjá Klaksvíkar Býráð.

Tað skortaði heldur ikki upp á rósur og góðynski frá starvsfeløgum og samstarvsfeløgum á móttøkuni, sum býráðið hevði skipa fyri í býráðshøllini fríggjadagin.

Eitt ensamble av starvsfeløgum “kommunumenninir” kanska, sungu tveir hugnaligar sangir og so ein, ið Noomi hevði yrkt.

Ikki minst litaði Klaksvíkar Musikkskúli eisini løtuna, við tað at tær báðar lærarinnurnar, Helga Gerðalíð og Monica Stauss Joensen spældu tvinni stykki á klaver og violin.

Noomi segði, eftir at røður vóru hildnar, at tað var ikki hennara at halda røðu, men hon hevði yrkt ein sang, og hann sungu “Kommunumenninir” fyri okkum øllum. Umframt borgarstjóran Jógvan Skorðheim, og fyrrverandi borgarstjóran, Steinbjørn Jacobsen, so hildu eisini starvsfelagar seg fram at, eitt nú John Færø og Dávur Winther.

Vit á Norðlýsinum, sum viðskiftafólk hjá býráðnum øll hesi árini, takka eisini Noomi fyri drúgvtført og framúr gott samstarv. – Noomi, tú sært út, sum um tú kundi tikið 40 ár afturat – Góðan byr framyvir.

Harleyfacadeacryl