Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Símun Joensen: KÍ hevur gjørt kvettið

Jákup Ósá

– Eg havi bara gott at bera Mikkjal, sum er ein av teimum bestu venjarunum, sum eg nakrantíð havi havt, sigur B36 leikarin og klaksvíkingurin Símun Joensen um nýggja KÍ venjaran.

Árini 2011, 2012 og 2013 vandi Mikkjal K. Thomassen B36. Klaksvíkingurin Símun Joensen spældi eisini við hesi árini og kennir tí væl til tann komandi KÍ venjaran.

– Eg havi bara gott at bera Mikkjal. Hann er ein fantastiskur venjari og ein tann besti sum eg nakrantíð havi havt. Hann hevur uppbygt nakað í B36, sum vit eisini í ár hava notið gott av, sigur Símun Joensen.

Tá vit koma nærri inná, hvat hetta er fyri ein venjari, sum KÍ hevur fingið, so sigur Símun soleiðis:

– Tað er ein venjari, sum krevur nógv av leikarunum og mest av sær sjálvum. Hann arbeiðir grót hart og er fakliga sera væl fyri. Tað er eingin tilvild í nøkrum og reint taktiskt er hann sera væl fyri. Hann leggur stóran dent á felagsskapin, at hópurin virkar sum ein eind. Hann hevur roynt at vunnið FM bæði sum venjari og leikari, so hann veit, hvat krevst. Hann hevur ein stíl og eina greiða spæliætlan. So míni ráð til leikararnar eru, at teir taka tað til sín. So leggja leikararnir líka nógv fyri sum Mikkjal sjálvur, so hava klaksvíkingar nógv at glaða seg til í 2015, sigur Símun Joensen.