Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ takkar Eyðun fyri tíðina

Jákup Ósá

Klaksvíkar Ítróttarfelag ynskir at takka Eyðuni Klakstein fyri tíðina sum høvuðsvenjari seinasta hálvtannað árið.

Eyðun Klakstein hevur staðið á odda fyri besta mansliðunum í 2014 og ein part av 2013. Liðið hevur í ár til tað seinasta kappast um Europa League pláss. Parturin hjá Eyðun Klakstein og hansara familju í KÍ hevur ongantíð ligið eftir og vilja vit ynskja Eyðun alt tað besta í framtíðini við vón um framhaldandi gott samstarv, hóast Eyðun nú ikki verður venjari hjá besta liðnum, skrivar KÍ á heimasíðu sínari.