Møguliga var tað eitt sindur positivt at hoyra fyrrverandi løgmannin, viðganga fyri opnum skermi, at tað hann var við til á sinni í síni roynd at vera afturvaldur, nevniliga at gera allar Føroyar til eitt valdømi, var ein feilur.Sjálvsagt eru onnur, sum eru av aðrari áskoðan, tí tað eru valla øll, ið samtykkja í, at tað var ein feilur. Nógv meira nærliggjandi er tað at hugsa, at tað var við beráddum huga, at Jóannes Ejdesgaard og Edmund Joensen gingu saman í parlag fyri at fáa Føroyar til eittans valdømi, fyrst og fremst fyri at bjarga egnum politiska lívi.
Møguliga var tað eitt sindur positivt at hoyra fyrrverandi løgmannin, viðganga fyri opnum skermi, at tað hann var við til á sinni í síni roynd at vera afturvaldur, nevniliga at gera allar Føroyar til eitt valdømi, var ein feilur.
Sjálvsagt eru onnur, sum eru av aðrari áskoðan, tí tað eru valla øll, ið samtykkja í, at tað var ein feilur. Nógv meira nærliggjandi er tað at hugsa, at tað var við beráddum huga, at Jóannes Ejdesgaard og Edmund Joensen gingu saman í parlag fyri at fáa Føroyar til eittans valdømi, fyrst og fremst fyri at bjarga egnum politiska lívi.
Hinvegin var áhugavert at hoyra meiningarnar hjá fyrrverandi løgmanni um tíðina aftaná løgmanstíðina og longu tíð hansara í politikki.
Tað hevur fyrr verið viðgjørt á hesum teigi, at vit føroyingar í stóran mun vísa ov lítla virðing fyri eitt nú fyrrverandi løgmonnum og fyrrverandi oddafiskum í politisku skipanini.
Vit vanligu veljarar og borgarar hava mangan tað áskoðan, at tey, sum stilla seg fram í politikki at tæna samfelagnum í tí umhvørvinum, hava sjálvi trýst seg fram, og sogar eru meiningar mangan frammi um ”magtgirnd” og alt møguligt annað.
Samdur við Jóannes Ejdesgaard, at Jantelógin hevur ov góðar fastatøkur á okkum.
Minnist væl ein túr undirritaði var í London og allir enskir miðlar vóru á gosi, tí Margareth Tacher, sum tá fyri nógvum árum síðini var farin frá sum politikari, skuldi halda røðu á konservativa floksfundinum tað árið.
Hvussu høvdu vit í Føroyum, her verður hugsað um føroysku miðlarnar, høvdu vit komi við stórum stavum á framsíðuni, um nú Jóannes Ejdesgaard skuldi halda røðu á flokstingi hjá Javnaðarflokkinum. Ella kanska hevði nakar av okkum ómakað okkum at skriva nakað sum helst um Jógvan Sundstein, ella Anfinn Kalsberg skuldu hildið talu á flokstingi Fólkafloksins.
Neyvan, tað hevði kanska heldur verið trupult at fingið egnu floksfelagar at lurta.
Men feilurin, um tað var ein feilur, við Føroyum sum einum valdømi, mugu vit onnur liva við enn, hóast flestu flokkar á tingi eru samdir um, at hetta als ikki var ideella loysnin á trupulleikan við gomlu valskipanini.
Nú Jóannes aftur hevur sína dagligu gongd í Suðuroynni, sær hann helst enn klárari, at tað serliga er útjaðarin, ið bløðir undir nýggju skipanini.
Ídag stýrir valskipanin valevnum at tosa høvuðsstaðarøkinum eftir munni, gerst tú ikki tað, so eru møguleikarnir hjá nýggjum nøvnum ómetaliga smáir fyri at vera vald ella valdur.




