Tað vóru eini ómetaliga tung boð at fáa frá Birnu, dóttrini, um, at mamma hennara so brádliga var farin. Ingun var tann seinasta eg ynskti farvæl og góða ferð, tá eg var í Klaksvík fyri góðum 2 vikum síðani. Eisini samdust vit um, at hittast aftur, tá hon kom heim aftur úr Portugal.
Tað vóru eini ómetaliga tung boð at fáa frá Birnu, dóttrini, um, at mamma hennara so brádliga var farin.
Ingun var tann seinasta eg ynskti farvæl og góða ferð, tá eg var í Klaksvík fyri góðum 2 vikum síðani. Eisini samdust vit um, at hittast aftur, tá hon kom heim aftur úr Portugal.
Hon skuldi eina ferð saman við systrum sínum, Elin Súsannu og Randi, til Lissabon. Tær tríggjar hava verið nakrar uttanlandaferðir saman tey seinastu árini, og Ingun gleddist um, at tær sum eldri høvdu henda møguleika, og eisini høvdu tær nú betri stundir at hugna sær saman.
Ingun kom ikki inn á gólvið hjá mær aftur, sum meiningin var.
Smákøkurnar, eg bakaði, vóru ikki settar á borðið her á Heygum til okkara hugnaprát, men komu í staðin á borðið í kirkjukjallarnum til ervi hennara, eftir at hon var borin til gravar úti í Grøv.
Vit báðar komu at kennast sum smágentur, tí pápi av og á skuldi ørindi norður á Strond at tosa við pápa Ingun, bestýraran Hjalmar, og so slapp eg við.
Tað var ógviliga langt norður á Strond tá í tíðini, og har vóru bara 2 hús, sum fólk búðu í. So fyri meg var tað heilt øðrvísi at spæla norðuri á Strond, tí har vóru so fá børn um okkara aldur. Harafturat høvdu Ingun og tey eitt slag av venjingarrúmi í kjallarnum við rimum og øðrum til fimleika og styrkju. Tað helt eg vera gott, men undarligt at hava í einum vanligum húsum.
Tað var altíð so hugnaligt og fjálgt í barnaheiminum hjá Ingun. Tað var ein serligur friður yvir alt, sum varð og tað, ið skuldi gerast.
Tað var eisini hetta fjálga og trúfasta barnaheim hjá Ingun, sum hjálpti og tók ímóti foreldrum mínum, systur míni og mær á náttartíð, tá orrustan var um tað harðasta undir læknastríðnum, Har hjá Ingun bíðaðu vit í myrkri eina langa nátt, til Hjalmar róði okkum út í Haraldssund til ein myrkalagdan bát, sum førdi okkum norðurum til Fuglafjarðar
Tá vit fóru í skúla, komu vit at ganga í saman flokki og fylgdust øll 10 skúlaárini. Um illveður var ella kavi og ring koyrilíkindi, kom Ingun niðan til okkara at eta døgurða og av og á svav hon hjá okkum, tá foreldur hennara skuldu okkurt.
.
Ingun var stillfør og skilagóð. Ja, hon var altíð besti næmingur í flokkinum. Hon var eisini altíð til reiðar at hjálpa øðrum. Tað hendi meira enn so, at vit onnur ikki vóru komin ígjøgnum øll skúlatingini til næsta dag. Tá var bara eitt at gera, og tað var at hava bókina við út í fríkorterið, so Ingun kundi greiða okkum frá ella umseta enska og týska tekstin fyri okkum, áðrenn tað ringdi inn aftur.
Eftir skúlaárini valdu vit hvør sína yrkisleið og sóust tey næstu nógvu árini bert av og á í Klaksvík. Ingun fann sær Mikkjal úr Norðurstovu í Gerðum til mann, og har settu tey búgv.
Norðurstova, sum hevur uppalt mong, harímillum eisini Marin Malenu Ziska, konu Nólsoyar Pálls, fyltist nú aftur við barnalátri eftir, at Ingun og Mikkjal fingu døturnar Anniku, Hjørdis og Birnu.
Í ár hava vit báðar Ingun aftur verið meira og meira saman. Vit høvdu mangan tosað um, at vit, sum vórðu fermd sama ár, áttu at hitst aftur. Tað bleiv ikki til nakað 50 árahald; men nú 55 ár vóru liðin, tóku vit okkum saman og vildu finna øll aftur, sum vóru fermd í Klaksvíkar kirkju um várið og heystið í 1959.
Jastrid hjá Petur hjá Hildu, Ása hjá Pól í Niðristovu, Dorius Frederiksberg og vit báðar settust saman fyri at fáa okkara minningarhald í lag. Har komu skilagóðu gávurnar hjá Ingun skjótt til sjóndar. Við hennara fyriskipan fingu vit hvør sítt at taka okkum av, og dagurin varð settur til 17. august.
Ingun dugdi eisini væl at orða seg, so hon setti dagin við at bjóða øllum vælkomin. Við borðhaldið í Kirkjukjallarnum var tað Ingun, sum bar heilsurnar fram frá teimum, sum ikki kundu koma og nevndi eisini, hvussu nógv ikki vóru millum okkara longur. Tað var ein sera góður og hugnaligur dagur, sum vit konfirmantar høvdu saman.
Góðar tveir mánaðir eftir okkara hugnaligu samveru var eg aftur í kirkjukjallarnum. Nú var tað ikki Ingun, sum pyntaði borðini við ljósagrønum serviettum, men døtur hennara, sum gjørdu klárt til gravarferðina dagin eftir.
Góða Ingun, tá mátti eg fara upp í kirkjuna aftur og inn móti kóri til tín fyri at summa meg – fyri at takka tær og fyri einaferð enn at kunna standa við tína lið eina lítla løtu.
Síðani heilsaði eg tær á gamlan hátt við orðunum: Vit hittast aftur.
Annika, Hjørdis og Birna, mamma tykkara var so ómetaliga góð við tykkum. Hvørja ferð hon segði mær frá um tykkum og tykkara lívsleið, so kom henda milda hjálparsálin fram, sum eg kendi so væl.
Tit hava havt eitt gott barnaheim, har tit hava fingið virðismikla barlast bæði til at verja og at geva burturav.
Harrin fylgi tykkum. Hann gevi tykkum og tykkara kæru eina ljósa framtíð og blíða.
Magna




