Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgættin fer at liggja í tveir dagar

Hanus Kjølbro

Nú er eitt sindur kaldari. Hitamátarar Landverks siga frá 1 til 2 stigum minni hita enn í gjár. Høgættarluftin, vit merkja, kemur beint av grønlendska innlandsísinum. Talan er bert upp í 3 m/s

Nú er eitt sindur kaldari. Hitamátarar Landverks siga frá 1 til 2 stigum minni hita enn í gjár. Høgættarluftin, vit merkja, kemur beint av grønlendska innlandsísinum. Talan er bert upp í 3 m/s

Lágtrýstini, vit merktu nógv til í seinastu í og næstseinastu viku, fóru sína leið norðureystur ígjøgnum Grønlandsfjørðin og yvir Ísland. Nakað norðan fyri Ísland stegðaðu tey upp í síni ferð, mólu í klingur, meðan tey spakuliga minaðu niður í einki. Nú er hátrýstøkið yvir Norðurvesturevropa flutt eitt sindur eystureftir, og lágtrýstini fara næstu dagarnar at leggja leið sína nærri Føroyum.

Høgættin í morgun fer at liggja í dag og í morgin. Hósdagin verður eitt øllum at døma aftur landsynningur.

Í dag fer ættin at snara úr høgum vestri upp í útnyrðing, og vindurin fer at veksa upp í eitt stívt andøvsgul 8 til 12 m/s seinni í dag. Tað verður ælaveður við regni (við hvørt kann kava!) í dag; í kvøld verður longri ímillum ælini. Hitin í dag fer liggja um tey 4 til 5 stigini.