Í fíggjarætlanini fyri Klaksvíkar Kommunu sæst at 2014 verður metár hjá kommunukassanum til inntøkur – og sambært fíggjarætlanini fyri 2015 væntar býráði at 2015 verða inntøkurnar enn størri.
Í fíggjarætlanini fyri Klaksvíkar Kommunu sæst at 2014 verður metár hjá kommunukassanum til inntøkur – og sambært fíggjarætlanini fyri 2015 væntar býráði at 2015 verða inntøkurnar enn størri.
Skattainntøkur
Skattainntøkurnar eru settar til 167 mió. kr. Í fíggjarætlanini fyri 2014 vórðu inntøkurnar ætlaðar til 163,5 mió kr., og sum inntøkurnar hava verið higartil, so fer metingin at halda.
Í uppskotinum verður roknað við, at persónsskattainntøkurnar hækka 4,5 mió. kr. Hækkingin í skattaprosentinum upp á 0,50 stig gevur eina meirinntøka á 3,6 mió. kr., og sostatt verður roknað við einum generellum vøkstri á 0,9 mio. kr. Í hesum sambandi kann nevnast, at 1. oktober hækka flestu lønir 1,9% og alt annað líka, so eigur hetta at síggjast aftur í persónsskattainntøkunum.
Felagsskatturin er mettur til at verða tað sama sum í ár, tvs. 6,5 mió. kr. Uppgerðin frá TAKS sigur, at vit fáa 6,1 mió. kr. í felagsskatti, og saman við øðrum reguleringum eru útlit fyri, at vit røkka inntøkumetingini upp á 6,5 mió. kr.
Kapitaleftirlønarskatturin er lækkaður 1 mió. kr. í mun til í 2014 og eru settar til 2,5 mió. kr. Orsøkin er, at framrokningar vísa, at vit í ár far at fáa nakað tað sama sum í 2013.




