Flogbóltur: Amager Volley Klub var aftur í eldinum í gjár. Hesaferð gjørdist tað til ein greiðan sigur, og aftur í dag stjól ein av teimum føroysku á liðnum yvirskriftirnar. Eina Kalsø gjørdist dagsins leikari í 3-0 útisigrinum á KSV.

Farna fríggjakvøld tapti AVK 3-1 í steypakappingini, men í gjár svaraðu tær ruddiliga aftur í landskappingini.
Í fyrsta settið fekk KSV ikki eitt bein til jørðina, tí AVK vann fyrsta sett heili 25-9.
Í øðrum setti hildu tær úr AVK á at trýsta og vunnu settið 25-15.
Í triðja og seinasta settinum komu tær úr KSV eitt sindur betri fra byrjan og fingu eina 2-0 leiðslu. Men eftir tað kom tann vælsmurda maskinan hjá AVK í gongd aftur, og tær endaðu við at vinna seinasta sett 25-13 og har við dystin greitt 3-0.
Sagt var um Einu Kalsø, at hon spældi ein góðan og støðugan dyst, og tað var orsøkin til, at hon varð vald til dagsins leikara. – Seinasta fríggjadag var Sofía Purkhús sera eyðsýnd á liðnum og vísti dygdir. Líkt er til at tær føroysku veruliga geva sítt íkast.
Amager Volley Klub hevur fult stigatal í landskappingini eftir fýra umfør.