Leygarkvøldið spæla Team Klaksvík og VÍF í Klaksvík.
VÍF hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið og liggur í løtuni á odda í deildini við 8 stigum fyri 5 dystir. Hjá Team Klaksvík hevur gingið meira misjavnt. Liðið hevur vunnið ein dyst, tapt tepurt ein dyst, tapt greitt ein dyst og tapt stórt tveir dystir. Liðið hevur 2 stig, men liggur til at vinna eina kæru móti Kyndli og kemur sostatt uppá 4 stig, um tann avgerðin hjá Aganevndini ikki verður broytt. Við 4 stigum er Team Klaksvík framvegis væl við í kappingini.
Hetta er fyrstu ferð, at Team Klaksvík og VÍF møtast hetta kappingarárið. Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar leygarkvøldið kl. 18.00.




