Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo kemur ikki aftur til Føroyar

Jákup Ósá

Kaj Leo í Bartalsstovu skal í næstum til samráðingar í Levanger, har hann hevur spælt seinasta árið.

Levanger tryggjaði sær í ár uppflyting í næstbestu deildina í Noregi. Føroyski landsliðsleikarin Kaj Leo í Bartalsstovu gjørdi í januar ein 1-ára sáttmála við Levanger. Og nú fara samráðingarnar í gongd um nýggjan sáttmála.

– Levanger hevur áhuga at leingja samstarvið, og bæði eg og dáman trívast sera væl her. Men samráðingarnar blivu lagdar á hillina fram til vit vistu við vissu, at vit fluttu upp. So tað verður í næstum. So fáa vit at síggja, um eg haldi fram í Levanger ella ikki. Men eg havi so ongar ætlanir um at flyta heim aftur til Føroyar nú, staðfestir Kaj Leo í Bartalsstovu fyri Norðlýsinum.