Fyrst, hjartaliga tillukku við degnum Jákup, í fótbóltshøpi ert tú helst fyrimyndin hjá mongum. Tú hevur verið sera drúgvur og álítandi har tú hevur verið.
Men í kvøld var hugni, skemtarin, flennarin og maðurin, ið berjist við “pundini” Tróndur Vatnhamar sýntist at geva tónan an í kjallaranum á Føroya Bjór, har Einar sjálvur var gestur. Orsøkin til at Jákup á Borg hevði latið seg yvirtalað av Tróndi at halda kvøldið í Klaksvík og í kjallaranum hjá Føroya Bjór, mundi helst koma av at Jákup á Borg arbeiddi í tvey ár sum sølumaður fyri Føroya Bjór, so tað er kanska eisini sannlíkt, at Vatnhamar ikki eigur allan heiðurin, men at Einar hevur havt ein fingur við í spælinum.
Hvussu er og ikki, so kundi eg ikki lata vera við at spyrja Jákup, um hann var HB-ari ella B36-ari. Jákup á Borg svaraði beinanvegin – havnamaður. Eg hugdi yvir á Mikkjal Thomassen, sum sat við sama borðið og kundi ikki lata vera við at siga -ikki leingi, ha? – Mikkjal nikkaði ikki, men Tróndur, hann flennti.
Tað var Tróndur, sum ringdi á Norðlýsið og segði at teir vóru 31 havnamenn. Men tá eg nú hyggi at myndunum, so fari eg at ivast í hvat ein havnamaður er 🙂




