Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framtíðarálitið á politisku skipanina svíkir

John William Joensen

Í núverandi løtu verður tað skapa ein ræðumynd av framtíðarálitinum á politisku skipanina. Landsins ovasti heldur, at landsstýrisfólk, ið bróta stýrisskipanarlógina ikki skulu verða koyrd frá. Sjálvur sigur hann, at einki landsstýrisfólk hevði verið um tey vórðu koyrd frá tá lógin var brotin. Við orðum øðrum: øll landsstýrisfólk fara ella hava brotið lógina, og tað fær ongar avleiðingar!

Í núverandi løtu verður tað skapa ein ræðumynd av framtíðarálitinum á politisku skipanina. Landsins ovasti heldur, at landsstýrisfólk, ið bróta stýrisskipanarlógina ikki skulu verða koyrd frá. Sjálvur sigur hann, at einki landsstýrisfólk hevði verið um tey vórðu koyrd frá tá lógin var brotin. Við orðum øðrum: øll landsstýrisfólk fara ella hava brotið lógina, og tað fær ongar avleiðingar!

Valskeiðið hevur verið stýrt av ov nógvum órógvi, og ov nógv misálit hava verið á landsins leiðarum. Tað eru tiknar ov nógvar ábyrgdarleysar avgerðir av teimum, ið hava ábyrgd. Ferð eftir ferð er borgarin vorðin skelkaður av framferðarháttinum, tá tey ovastu í landinum hava logið, brotið lógir og svikið veljaran.

Tað eru ikki bara tey, ið hava logið, svikið og framt lógarbrot, ið hava skapt ruðuleikan í politiska landslagnum. Vit mugu minnast til, at tað er meirilutin í Løgtinginum, ið stýrir landinum. Sitandi samgonga letur heldur alt fara framvið, og tað eru eingin í samgonguni, ið hava staðið stinn og tala ímóti øllum siðspilta, ið er farið fram í núverandi valskeiðið.
Tá andstøðan hevur staðið saman og kravt rættvísi hevur tað fingið óvirðiligar viðgerðir, ið eru gloymdar aftur eftir stutta tíð.

Borgarin í landinum væntar loysnir og frágreiðingar frá hægstu myndugleikunum tá misálit eru, men soleiðis hevur tað ikki verið. Eingin í samgonguni er komin við veruligum ábyrgdarfullum avgerðum, tá stór mistøk hava verið. Ovasti í landinum er ikki komin við loysnum, men hann er heldur komin við samanberingum, ið skulu ímynda at siga okkum, hvussu hann velur at stýra Føroya landi. Løgmaður hevur ikki mett, at lógarbrot hava verið nóg góðar grundgevingar at koyra landsstýrisfólk frá. Tað kennist sum, at løgmaður kennir tað líkamikið, tá ein lóg er brotin. Sjálvandi ávirkar tað eisini fólkið, ið eigur at hava álit á honum sum rættvísan. Skal tað sigast, so gevur hann ongum veruligt álit ella trúgv á eina framtíðar rættvísa politiska skipan aftur.

Núverandi landsins leiðarar geva ungum og eldri eina ræðumynd av, hvussu landið hjá okkum verður stýrt í framtíðini. Landsins leiðarar sleppa avstað við lygnum og lógarbrotum, tí teir verða vardir av teimum, ið eru fólkavald. Samgongan skapar eina ræðumynd av, at tað verður einki gjørt við lógarbrot hjá landsstýrisfólki. Einki verður gjørt við nakað, men ábyrgdin og skyldin hjá einum landsstýrisfólki verður tveitt á almennar stovnar, ið ikki hava møguleika at bróta t.d. eina stýrisskipanarlóg. Tað er eingin, ið tryggjar okkum, at skyldurnar hjá politikarum verða røktar í rættvísan mun. Um løgmaður, landsstýrisfólk og tingfólk ikki virða landsins lógir, hvussu ynskja teir so framtíðina hjá Føroya landi at síggja út?

Vit krevja loysnir, og ikki uttanumtos um, hvat verður følt er rætt og skeivt. Vit krevja, at lógir landsins verða fylgdar, og at landsins leiðarar taka ábyrgd og avgerðir. Vit krevja álit aftur á politisku skipanina, tí núverandi politiska landslag er merkt av ábyrgdarloysi og líkasælu. Vit krevja eina nýggja landsins leiðslu við veruligum hugsjónum, ið tryggjar eitt fólkaræði í hásæti.

Vegna Unga Tjóðveldið
Kristina Clementsen
03/11-2014