Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landstýrismaðurin beinleiðis vileiddur?

John William Joensen

Í morgun fer Fólkaflokkurin at viðgera hvørja støðu flokkurin skal hava til eitt møguligt misálit á Johan Dahl, sum andstøðan hevur ætlanir um at leggja fram tá løgtingið kemur saman kl. 11.

Í morgun fer Fólkaflokkurin at viðgera hvørja støðu flokkurin skal hava til eitt møguligt misálit á Johan Dahl, sum andstøðan hevur ætlanir um at leggja fram tá løgtingið kemur saman kl. 11.

Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, Jakup Mikkelsen, segði áðrenn fundin at hann var ivasamur um hvørja støðu hann fór at taka í tinginum tí talan var um eitt álvarsmál.

Vit hava roynt at spurt okkum fyri og hóast formaðurin í Miðflokkinum hevur verið sera avgjørdur so sær út til at samgongan hevur álit á landsstýrismanninum.

Sum skilst so eru tað serliga tað at landstýrismaðurin hevur fingið skeivar og ófullfíggjaðar upplýsingar um fíggjarstøðuna á stovninum sum ger at tinglimir meta at landstýrismaðurin var í einari sera truplari støðu.

Bæði Løgtingsgrannskoðararnir og Landsstýrismálanevndin staðfestu at fíggjarligt óskil var á SSL.

Sambært frágreiðing frá VMR var samskifti fleiri ferðir í 2013 millum VMR og SSL, men avgerandi vitanin um støðuna á SSL kom fram á fundi millum VMR og grannskoðanina 18. og 20. desember 2013. Tá gjørdist greitt, at tað vóru stórir munir millum rapportering hjá SSL í Búskaparskipan Landsins og egnu skipan stovnsins. Støðan tann 20. des. var sambært VMR at bókhaldið ikki var dagført, lønir ikki bókaðar seinastu 5 mánaðirnar, 400 rokningar “hingu” í skipanini, 7 mió. kr. bókaðar eftir bara einum degi og harafturat var rapporting av mánaðarroknskapum til VMR ikki rættvísandi.

VMR og landsstýrismaðurin vóru ikki fyrr enn 20. des. vitandi um, at bókhaldið hjá SSL ikki varð dagført og VMR og landsstýrismaðurin høvdu heldur ikki grund til at ivast í hesum, tá stovnurin í sambandi við góðkenning av mánaðarroknskapinum váttar, at alt er bóka og allar skyldur skrásettar.

Sambært frágreiðing frá VMR vóru hvørki landsstýrismaðurin ella VMR vitandi um, hvussu víðfevnt fíggjarliga óskilið á SSL var, og í grannskoðaðum roknskapum og roknskaparprotokollum, ið landsstýrismaðurin og VMR fyrihalda seg til í sínum eftirliti av SSL, framgekk ikki, at fíggjarliga innaneftirlitið á stovninum ikki var í lagi. Sambært Vinnumálaráðnum var ríkisgóðkenda grannskoðanin heldur ikki nøktandi, og avmarkar hetta í sera stóran mun møguleikarnar hjá landsstýrismanninum og aðalráðnum at útinna sítt eftirlit við stovninum.

So er spurningurin um tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum er samdur í at landsstýrismaðurin var villeiddur av stovni sum hann hevur ábyrgd av – ella at mett verður at man ikki kann hava álit á einum landsstýrismanni sum umsitur ein almennan stovn har óskil er fíggjarliga.