Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit tosa saman

Jákup Ósá

Tað sigur fyrrverandi Skála venjarin Eliesar Olsen, sum er áhugaður í at venja lið í bestu deildini í framtíðini, har EB/Streymur og ÍF í løtuni mangla venjarar.

Tað sigur fyrrverandi Skála venjarin Eliesar Olsen, sum er áhugaður í at venja lið í bestu deildini í framtíðini, har EB/Streymur og ÍF í løtuni mangla venjarar.

Leingi hevur ljóðað, at Eliesar Olsen er favorittur at taka yvir í EB/Streymi, har Rúni Nolsøe ikki heldur fram. Umframt nýggjan venjara, so verður ein stór útskifting í hópinum hjá EB/Streymi. Profilar sum René Tórgarð(gevst), Gert Hansen (Víkingur), Hans Pauli Samuelsen (B36) og Arnbjørn Hansen (HB) eru farnir í onnur feløg, og framvegis er stórt ivamál um fleiri av hinum royndu leikarunum. 25 ára gamli Eliesar Olsen sigur, at hann er í samráðingum við EB/Streym, men at einki er endaliga avgreitt enn.

– Eg var móti endanum av kappingini klubb venjari hjá EB/Streymi og havi hoyrt nógvar søgur um, at eg skal vera venjari hjá EB/Streymi í Effodeildini. Vit tosa saman og so vil tíðin vísa, um eg verið klubb venjari, Effovenjari ella hvat tað verður til. Eg havi havt ein góðan steðg frá Effofótbólti og føli meg nú kláran aftur, so eitt starv í Effodeildini hevur áhuga. Og er tað nakað lið, sum eg vildi ynskt at sloppið at vant í Effodeildini, so er tað EB/Streymur. Tí har skal eitt nýtt lið byggjast upp og tað er nakað, sum passar væl til tað, sum mær dámar væl at arbeiða við. Eg vil byggja nakað upp, sigur Eliesar Olsen.

Hann vónar, at sín framtíð verður avgjørd í hesi vikuni. Eliesar Olsen vandi besta liðið hjá Skála frá 2010 og fram til liðið hevði spælt 14 dystir í ár. So hóast Eliesar ikki vil siga tað, so bendur nógv á í løtuni, at tað verður hann, sum tekur yvir í EB/Streymi.