Um alt landið vísa veðurstøðirnar 2 til 4 m/s úr ymsum ættum. Hitin er niðri á 2 til 3 stig. Ávarað verður hálku nógva staðni í landinum.
Um alt landið vísa veðurstøðirnar 2 til 4 m/s úr ymsum ættum. Hitin er niðri á 2 til 3 stig. Ávarað verður hálku nógva staðni í landinum.
Føroyar liggja í einum hátrýstryggi í morgun. Tá er vanliga gott veður. Ryggurin fer at flyta seg eystureftir í dag, og eitt lágtrýst vestaneftir fer at koma yvir okkara leiðir. Hetta fer at verða seinni í dag. Vit fara at merkja hetta, tá ið ættin fer at vera landsynningur. Eisini fara brúgvaløg at nærkast vestaneftir við regni.
Í dag verður fyrst eitt lítið lot av ymsum ættum. Seinni fer vindurin at koma landsynningi, og hann fer at veksa upp í hvassan vind og skrið 15 til 18 m/s út á seinnapartin. Fyri tað mesta verður turt í dag, men okkurt ælið kann væntast.
Hitin í dag verður fyrst 2 til 3 stig, men við landsynninginum fer hitin aftur at kvinkast uppeftir upp í 4 til 6 stig.




