Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðsmeirilutin skert talutíðina hjá býráðslimum

John William Joensen

Á býráðsfundinum 23. Oktober samtykti býráði at skerja tali tíðina hjá býráðslimum. Øll í minnilutanum atkvøddu ímóti og minnilutin setti fram broytingaruppskot, sum var felt av meirilutanum.

Á býráðsfundinum 23. Oktober samtykti býráði at skerja tali tíðina hjá býráðslimum. Øll í minnilutanum atkvøddu ímóti og minnilutin setti fram broytingaruppskot, sum var felt av meirilutanum.

FíN 09-09-2014: Nevndin tekur undir við tilmælinum, dagf. 20-08-2014, og mælir til, at talutíðirnar verða tríggjar ferðir tríggjar minuttir fyri hvønn býráðslim pr. mál. Somuleiðis mælir nevndin til, at talutíðirnar verða eftirmettar saman við eftirmetingini av stroymingini í apríl 2015

BýR 11-09-2014: Gunvá við Keldu setti broytingaruppskot fram, har avmarking á talutíðunum skal strikast. Broytingaruppskotið fall við 5 atkvøðum fyri – Gunvá við Keldu, Eyðstein Ó. Poulsen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Atli S. Justinussen og Herfrí J. Sørensen – og 6 atkvøðum ímóti – Jógvan Skorheim, Steinbjørn O. Jacobsen, Óluva Klettskarð, Jóhann Lützen, Signhild V. Johannesen og Kristian Eli Zachariasen.

Tilmælið frá FíN 09-09-2014 einmælt samtykt við fyrru viðgerð.

Býráðsins samtykt 23-10-2014:

Gunvá við Keldu setti broytingaruppskot fram, har avmarking á talutíðunum skal strikast.

Broytingaruppskotið fall við 5 atkvøðum fyri – Gunvá við Keldu, Eyðstein Ó. Poulsen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Atli S. Justinussen og Herfrí J. Sørensen – og 6 atkvøðum ímóti – Jógvan Skorheim, Steinbjørn O. Jacobsen, Óluva Klettskarð, Jóhann Lützen, Signhild V. Johannesen og Kristian Eli Zachariasen.

Síðani varð atkvøtt um tilmælið frá FíN 09-09-2014 og samtykt býráðsins 11-09-2014. Hetta varð samtykt við 6 atkvøðum fyri – Jógvan Skorheim, Steinbjørn O. Jacobsen, Óluva Klettskarð, Jóhann Lützen, Signhild V. Johannesen og Kristian Eli Zachariasen. – og 5 atkvøðum ímóti – Gunvá við Keldu, Eyðstein Ó. Poulsen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Atli S. Justinussen og Herfrí J. Sørensen.