Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FC Suðuroy skal hava styrk

Jákup Ósá

Vit hava ”følarar” úti og ætla at styrkja um hópin, sigur Julius Vest Joensen, sum er formaður hjá FC Suðuroy.

Vit hava ”følarar” úti og ætla atstyrkja um hópin, sigur Julius Vest Joensen, sum er formaður hjáFC Suðuroy.

FC Suðuroy tryggjaði sær uppflytingtil Effodeildina á seinasta leikdegi í einum spennandi endaspurti.Nú fyrireika liðini seg til komandi kappingarár og hjá FC Suðuroyheldur Jón Pauli Olsen fram sum venjari, eftir at hann tók yvirmiskeiðis í seinasta kappingarári. Hann hevur ikki skrivað undirenn, men tað verður gjørt ein av komandi døgunum, um einkióvæntað kemur uppí. Liðið leitar eisini eftir styrki.

– Vit fáa tríggjar leikarar aftur – Salmundur Bech, Dánjal Godtfred og Eiler Brattalíð – sum hava verið á fótbóltseftirskúla í Danmark ein part av hesumárinum. Harafturat hava vit ”følarar” úti fyri at fáa styrk frá útlendingum. Onkurføroyingur hevur eisini víst áhuga. Eg dugi enn ikki at seta talá, hvussu nógvan styrk vit skulu hava, men í øllum førum tveirleikarar vildi eg mett vit skulu hava, sigur Julius Vest Joensen.