Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vil hava serliga pensión til sjómenn

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum niðanfyri fyrispurning, nú nýggjur pensjónsreformur verður snikkaður til. Elsebeth vil hava at sjómenn skulu hava serstatus í hesum sambandi. Fyrispurningurin er vístur niðanfyri:

Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Svarari: Annika Osen
Spurningur: Á tingfundi 10. september 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:1.Nú arbeitt verður við nýggjum pensjónsreformi fari eg at spyrja landsstýriskvinnuna í almannamálum, um hon ikki í hesum sambandi eisini fer at kanna møguleikan at gera eina serliga pensjón til sjómenn, sum orsakað av hørðum og longum arbeiðslívi á sjónum ikki framhaldandi kunnu/orka at arbeiða á sjónum. Teir eru útslitnir og hava fingið arbeiðsskaðar, sum fylgja av hørðum arbeiði? 2.Hevur landsstýriskvinnan umhugsað møguleikan, at hesir kundu fingið eina “sjómanna­pensjón”, áðrenn vanliga fólkapensión?Viðmerkingar
Ein bólkur í samfelagnum, sum lítið hoyrist til, og sum er dottin niðurímillum, eru sjómenn, sum frá ungum av, ja heilt frá 14 ára aldri fóru til skips, og sum í dag, áðrenn teir eru komnir til pensjónsaldur, eru útslitnir og tí ikki kunnu vera á sjónum meir. Sjálvt um hesir heldur enn fegnir vildu hildið fram, er hetta ógjørligt orsakað av heilsuávum. Hesir kunnu ikki fáa bláu bók, sum er eitt krav fyri at kunna mynstra. Tað var heilt vanligt, at ungir dreingir sóu fyri sær, at sjólívið skuldi verða teirra yrkisleið. Her hugsi eg serliga um teir, sum fyri tað mesta arbeiddu á dekkinum – hart kropsligt arbeiði. Umstøðurnar umborð á skipum fyri uml. 40-50 árum síðani kunnu ikki rættiliga samanberast við umstøðurnar umborð í dag. Harða kropsliga arbeiðið umborð hevur sett síni spor hjá hesum monnum soleiðis, at arbeiðsførleikin hjá teimum eisini er skerdur til arbeiði á landi. Í dag eru hesir menn í einum slíkum aldri, at teir hava trupult við at fáa arbeiði. Samstundis eru teir so tætt at pensiónsaldri, at tað illa loysir seg at umskúla seg. Hesir hava heldur ikki, sum ávísir aðrir yrkisbólkar, havt møguleikan at spart sær upp til pensjón. Inntøkugrundarlagið hevur mangan verið svikaligt av orsøkum, sum tann einstaki sjómaðurin einki kann hava gjørt við, og tí hevur ikki verið møguligt at spart upp til pensjón. Sæð í ljósinum av, at hesir hava lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag, skyldar sam­felagið teimum betri sømdir, tá yrkisleið teirra á sjónum er liðug, og tá teir vegna slit og av øðrum heilsutrupulleikum ikki orka meira. Teir eru heilt einfalt útslitnir og so nógv plágaðir av arbeiðsskaðum, at teir ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum, til teir eru 67 ára gamlir.Á tingfundi 12. september 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.